Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Týrus. Venið tykkum, tit tarsisskip! Tí tað er lagt í oyði, so einki hús er meir - einki at fara inn í! Úr Kittimslandi fáa teir hetta at frætta.
2 Sitið tigandi, tit, sum búgva við strondina! Keypmenn úr Zidon, teir, sum yvir havið fara, fyltu teg.
3 Av sáði frá Sihor og korni frá Nilá gjørdi tú tær vinning, við tað at tú fórt yvir hini stóru høv og handlaði við tí millum fólkini.
4 Men statt nú har við skomm, Zidon! Tí so sigur havið, havborgin: "Eg havi hvørki havt verkir ella átt, heldur ikki uppfostrað ungar dreingir ella uppalt ungar gentur!"
5 Táið tey frætta hetta í Egyptalandi, fáa tíðindini um Týrus tey at skelva.
6 Farið yvir til Tarsis og venið tykkum, tit, sum búgva við strondina!
7 Er hetta glaði staður tykkara, sum til hevur verið frá fornum døgum, og sum av fótum sínum hevur verið borin víða um at búgva sum fremmandur?
8 Hvør hevur gjørt hesa avgerð móti Týrus, sum býtti út krúnur? - Keypmenninir har vóru høvdingar, handilsmenninir har vóru stórmenn á jørðini!
9 Tað er HARRIN Gud herskaranna, ið hevur gjørt tað av - til at vanæra alt hugmóð og eyðmýkja allar hinar stóru á jørðini!
10 Fløð út yvir land títt eins og Nilá, tú dóttir Tarsis! - Flóðgarður er eingin til longur.
11 Hann rætti út hondina yvir havið, hann fekk kongaríki at nøtra - HARRIN beyð, at verndarvirki Kána’anslands skuldu leggjast í oyði.
12 Hann segði: "Aldri aftur skalt tú leika av kæti, tú neyðtikna moyggj, dóttir Zidon! Reis teg, far yvir til Kittimsland - heldur ikki har skalt tú finna hvílu!"
13 Hygg Kaldearaland, hetta fólk, ið ikki var til fyrr - Assur gjørdi land teirra dýrum oyðimarkarinnar til bústað. Teir reisa nú vakttorn síni, teir ríva niður borgirnar í býnum og gera hann til eyrdunga.
14 Venið tykkum, tit tarsisskip, tí verndarvirki tykkara er lagt í oyði!
15 Á teirri tíð skal Týrus liggja gloymt í 70 ár, so leingi sum kongsaldur; men táið 70 ár eru gingin, skal gangast Týrus, sum sigst í vísuni um skøkjuna:
16 "Tak sitara tín, gakk um í býnum, tú gloymda skøkja! Spæl vakurt og syng dúgliga, so minst kann verða til tín!"
17 Táið 70 ár eru gingin, skal HARRIN taka Sær av Týrus, og tað skal aftur sleppa at taka skøkjuløn og horast við øllum kongaríkjum heimsins, teimum, sum á jørðini eru.
18 Men inntøka og skøkjuløn tess skal verða HARRANUM halgað; hon skal ikki verða savnað saman ella goymd burtur; nei, tey, sum búgva fyri ásjón HARRANS, skulu fáa inntøku tess og nýta hana at metta seg og klæða seg í skreytbúna fyri.