Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 60
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd HARRANS rennur upp yvir tær.
2 Ja, myrkur liggur yvir jørðini, og niða yvir fólkunum; men yvir tær skal HARRIN renna upp, og yvir tær skal dýrd Hansara opinberast.
3 Fólkasløg skulu leita til ljós títt, og kongar til skinið, ið upp er runnið yvir tær.
4 Lyft upp eyguni og hygg rundan um teg! Tey savnast øll, tey koma til tín; synir tínir koma úr fjarløgu, og døtur tínar verða bornar á arminum.
5 Táið tú sært hetta, skalt tú lýsa av gleði, og hjarta títt skal banka og verða fult; tí ríkdómur havsins skal venda sær til tín, og góðs tjóðanna skal koma til tín.
6 Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfyl úr Midjan og Efa; teir koma allir úr Sjeba; gull og roykilsi skulu teir bera tær, og prís HARRANS skulu teir kunngera.
7 Alt smáfæ Kedars skal savnast til tín, veðrar Nebajots skulu tæna tær; Mær til gleði skulu teir verða ofraðir á altari Mínum, og húsið, har dýrd Mín býr, skal Eg æra.
8 Hvørji eru hesi, ið koma flúgvandi sum skýggj, sum dúvur til búr síni?
9 Jú, oyggjarnar bíða eftir Mær, og fremst sigla tarsisskip, ið føra børn tíni higar úr fjarløgu; silvur og gull teirra kemur við teimum - fyri navns HARRANS Guds tíns skuld, fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann veitir tær dýrd.
10 Fremmandir skulu laða upp múrar tínar, og kongar teirra skulu tæna tær; tí í vreiði Míni havi Eg sligið teg, men í náði Míni miskunni Eg tær.
11 Portur tíni skulu standa opin altíð; hvørki dag ella nátt skulu tey verða stongd - so góðs tjóðanna kann verða flutt inn í teg, og kongar teirra við, sum fangar.
12 Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.
13 Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.
14 Børn teirra, ið hava plágað teg, skulu boygd koma til tín, og øll tey, sum vanvirdu teg, skulu falla niður fyri føtur tínar; tey skulu kalla teg stað HARRANS, Zion hins Heilaga í Ísrael.
15 Í staðin fyri at frammanundan øll høvdu vent tær bakið og hataðu teg, so eingin ferðaðist ígjøgnum teg, skal Eg gera teg til æviga dýrd, gleði mann eftir mann.
16 Tú skalt súgva mjólk tjóðanna, ja, súgva bróst konga, og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, hin veldigi Jákups, endurloysari tín.
17 Í staðin fyri kopar skal Eg geva gull, í staðin fyri jarn skal Eg geva silvur, í staðin fyri við kopar og í staðin fyri grót jarn. Til stýrismenn tínar seti Eg frið, rættferð at ráða yvir tær.
18 Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.
19 Sólin skal ikki longur vera ljós títt um dagin, og mánin skal ikki longur skína og lýsa hjá tær; nei, HARRIN skal vera æviga ljós títt, og Gud tín skal vera dýrd tín.
20 Sól tín skal ikki longur ganga undir, og máni tín skal ikki taka av; tí HARRIN skal vera æviga ljós títt, og sorgardagar tínir skulu vera at enda.
21 Og fólk títt - tey eru øll somul rættvís; til ævigar tíðir skulu tey eiga landið; tey eru jú kvistur av tí, ið Eg havi plantað, handaverk Mítt, Mær til dýrd.
22 Hin minsti skal verða til túsund, og tann, ið minst hevur at týða, til veldiga tjóð. Eg, HARRIN, Eg skal lata hetta henda brádliga, táið tíðin er komin.