Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 34
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Komið higar, tit tjóðir, og hoyrið, tit fólkasløg, gevið gætur! Jørðin hoyri, og tað, sum hana fyllir, jarðarríki og alt tað, sum har veksur!
2 Tí HARRIN er illur við allar heidningar, og vreiði Hansara er yvir øllum heri teirra; Hann slær teir við banni og gevur teir til at verða slaktaðar.
3 Hini dripnu teirra liggja kastað burt, og dampurin stendur upp av líkunum; fjøllini flóta av blóði teirra.
4 Allur herur himmalsins skal farast; sum bókrulla verður himmalin rullaður saman, og allur herur hansara skal følna og falla niður, sum blaðið fellur av víntrænum, og hitt følnaða leyv av fikutrænum.
5 Tí svørð Mítt er vorðið drukkið í Himli, ja, og tað skal sláa niður á Edom til dóm, á fólkið, ið Eg havi sligið við banni.
6 Svørð HARRANS er fult av blóði - fitin dryppar av tí - av seyðablóði og bukkablóði, av nýrumørunum úr veðrum; tí HARRIN heldur sláturoffur í Bozra, Hann heldur stórt slakt í Edom.
7 Villtarvar skulu falla saman við teimum, ungneyt saman við tarvum; land teirra skal verða drukkið av blóði, og jørð teirra taðað av fiti.
8 Tí hevndardag hevur HARRIN til reiðar, endurgjaldsár til at fáa Zion rætt.
9 Løkir Edoms skulu verða til bik, og jørðin har til svávul, ja, landið har skal verða til brennandi bik.
10 Hvørki nátt ella dag skal tað sløkna, til ævigar tíðir skal roykurin frá tí stíga upp; mann eftir mann skal tað liggja í oyði, aldri í allar ævir skal nakar ferðast har.
11 Pelikanur og pinnsvín skulu eiga tað, ugla og ravnur skulu búgva har; HARRIN skal strekkja yvir tað málisnøri oyðingarinnar og nýta lodd tómleikans.
12 Har eru eingir stórmenn, ið kunnu útrópa nakran til kong, og øllum høvdingum har er úti við.
13 Hallirnar har skulu ganga undir í tornum, borgirnar í tistlum og notum, og tað skal vera sjakalum bústaður og strutsum tilhald.
14 Villir hundar og onnur dýr oyðimarkarinnar skulu har koma saman, og skógartrøll skulu rópa hvørt á annað, ja, har skal náttargrýlan fáa frið og leggja seg til hvíldar.
15 Har ger pílormurin sær reiður, verpur og klekir út ungarnar og savnar teir í skugga sínum, ja, har flokkast griparnir, ein hjá øðrum.
16 Hyggið í bók HARRANS og lesið! Ikki so mikið sum eitt teirra fattast, eitt saknar ikki annað; tí muður Hansara gav boð um tað, og Andi Hansara hevur savnað tað saman;
17 Hann hevur kastað lut fyri tey, og hond Hansara hevur skift teimum út land við snørinum; til ævigar tíðir skulu tey eiga tað, mann eftir mann skulu tey búgva har.