Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Eg skal syngja song um vin mín, kærleikssong um víngarð Hansara. - Vinur mín hevði víngarð á fruktbørum heyggi.
2 Hann gróv hann um, hentaði grótið úr honum og plantaði góð víntrø í hann; Hann bygdi torn í honum og høgdi eisini persu. So væntaði Hann Sær heyst av góðum vínberum, men fekk einki uttan villber.
3 Og nú, íbúgvar Jerúsalems og Judamenn, dømið millum Meg og víngarð Mín!
4 Hvat meiri var at gera við víngarðin! Hvat læt Eg vera ógjørt! Hví bar hann villber, táið Eg væntaði Mær góð vínber?
5 - So skal Eg nú lata tykkum vita, hvat Eg ætli at gera við víngarð Mín: Eg skal taka burtur stikið, so hann verður avetin, bróta niður múrin, so hann verður traðkaður niður.
6 Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn.
7 Tí víngarður HARRANS Guds herskaranna er hús Ísraels, og Judamenn eru Honum kærastir av øllum, ið Hann hevur plantað. Hann væntaði rætt - men har verður úthelt blóð! Hann væntaði rættferð - men har eru neyðarróp!
8 Vei teimum, ið leggja hús aftrat húsi og jørð aftrat jørð, inntil einki pláss er eftir, so tit verða búgvandi einsamallir í landinum!
9 Í oyrum mínum ljóðar frá HARRANUM Gudi herskaranna: So sanniliga skulu mong hús verða oyðin, stór og góð hús standa tóm!
10 Tí víngarður, sum er tíggju daga pløgiland, skal geva av sær bat, og táið homer verður sáaður, skal efa verða heystað.
11 Vei teimum, ið fara tíðliga upp - at leita eftir sterkum drykki - og sum sita út á náttina - eldreyðir av víni!
12 Við sitarum og hørpum halda teir gildi, við trummum og floytum og víni - men verki HARRANS geva teir ikki gætur, og tað, ið hendur Hansara gera, síggja teir ikki!
13 Tí skal fólk Mítt verða flutt burtur, áðrenn tað veit av; stórmenn tess skulu líða hungur, og hin geylandi hópur skal fáa maktarloysi av tosta.
14 Ja, tí verður deyðaríkið enn átufrekari, tað gapar ómetaliga, og niður stoytast hinir stóru í býnum og hin geylandi, káti hópur, øll, ið stuttleika sær har.
15 Tá skal menniskjan verða boygd, maðurin eyðmýktur, hini stoltu skulu sláa eyguni niður!
16 Men HARRIN Gud herskaranna verður høgur við dómi Sínum; og hin heilagi Gud prógvar Seg heilagan við rættferð.
17 Og lomb skulu liggja har og eta sum á sínum egna haga, og jørð ríkmannanna verður løgd í oyði og etin upp av fremmandum.
18 Vei teimum, ið draga syndastraffina higar við lygibondum og syndabótina sum við vagntogum!
19 - sum siga: "Lat Hann vera skjótan og skunda Sær við verki Sínum, so vit fáa tað at síggja! Lat hin Heilaga Ísraels fullføra tað, ið Hann hevur ráðlagt, so vit kunnu læra tað at kenna!"
20 Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt!
21 Vei teimum, sum eru vísir í sínum egnu eygum og klókir í sínum egnu hugsanum!
22 Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk,
23 teimum, sum fyri gávu geva honum rætt, ið órætt hevur, og ræna rættin frá hinum rættvísu!
24 Fyri hetta - eins og eldurin brennir upp hálm, og hoyggj søkkur saman í loganum, so skal rót teirra rotna, og blóma teirra fúka burtur sum dust; tí teir hava vrakað lóg HARRANS Guds herskaranna og vanvirt orð hins Heilaga Ísraels.
25 So tendrast tá vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og Hann rættir út hondina móti tí og slær tað, so fjøllini nøtra, og líkini liggja sum skarnið á gøtuni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
26 Hann reisir hermerki fyri heidningafólkini langt burtur og bríkslar fíggindan higar frá enda jarðarinnar - og hygg, hann kemur bæði kvikur og lættur!
27 Eingin teirra er móður ella snávar, eingin blundar, og eingin svevur, beltið um lendarnar fer ikki upp, og eingin skóreim slitnar.
28 Pílar fíggindans eru hvestir, og allir bogar hansara eru spentir; hógvarnir á hestum hansara eru sum tinnan, og vagnhjólini líkjast harðveðri.
29 Hann brølar sum leyvan, hann grenjar sum ungleyvurnar; brølandi grípur hann rán sítt og ber tað burtur - og eingin er, sum bjargar.
30 Tað dunar inn yvir tað tann dag, sum havið dunar; og hyggur ein út yvir jørðina, so er myrkur og neyð, ljósið dimmist av tungum skýggjum!