Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Bábel, sum opinberaðist Esaiasi, syni Amoz.
2 Reisið merki á naknum fjalli, rópið hart á teir, veittrið eftir teimum við hondini, so teir fara inn um portur valdsharranna!
3 Eg havi sjálvur givið vígda heri Mínum boð um at fara, ja, kallað kappar Mínar at tæna vreiði Míni, stoltu, fagnandi skarar Mínar.
4 Hoyr! Gangur á fjøllunum sum av nógvum herfólki! Hoyr! Óljóð av ríkjum, av fólkasløgum, sum streyma saman! HARRIN Gud herskaranna kannar herlið Sítt!
5 Teir koma úr landi langt burtur, frá enda himmalsins, HARRIN og vreiðiamboð Hansara, til at leggja alla jørðina í oyði.
6 Rópið og venið tykkum! Tí dagur HARRANS er nær, hann kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.
7 Tí verður hvør hond máttleys, og hvørt menniskjahjarta bráðnar.
8 Tey ræðast; verkir og kvalir grípa tey; sum kvinnan, ið føðir, ringjast tey; full av angist stara tey hvørt uppá annað; andlit teirra eru eldreyð.
9 Dagur HARRANS kemur, ræðuligur, fullur av bræði og brennandi vreiði, at gera jørðina til oyðimørk og týna syndararnar av henni.
10 Tí stjørnurnar og stjørnumerkini á himli skulu ikki lata ljós sítt skína; sólin er myrk, táið hon kemur upp, og mánin skínur ikki.
11 Eg skal heimsøkja jørðina fyri óndskap hennara og hini gudleysu fyri misgerð teirra, og Eg skal gera enda á stoltleika hinna freku og kúga hugmóð yvirgangskroppanna.
12 Eg skal gera fólk sjáldsamari enn fínt gull og menniskju sjáldsamari enn gull úr Ofir.
13 Tí skal Eg rista himmalin, og jørðin skal nøtrandi flyta seg úr staði undan bræði HARRANS Guds herskaranna, tann dag vreiði Hansara brennur.
14 Sum uppstygdar skógargeitir, sum seyður, ið ikki verður hildin saman, skulu tey leita, hvør heimaftur til fólk sítt, og flýggja, hvør til land sítt.
15 Hvør tann, ið afturfingin verður, skal verða stungin ígjøgnum, og hvør tann, ið tikin verður, skal falla fyri svørði.
16 Smáu børn teirra skulu verða sorað fyri eygum teirra, húsini rænd, kvinnurnar neyðtiknar.
17 Eg øsi upp Medarar móti teimum, teir, sum ikki leggja í silvur og ikki rokna gull fyri nakað.
18 Bogar teirra fella hinar ungu, lívsfrukt spara teir ei, børnum tykist eygum teirra ikki synd í.
19 Tað gongst Bábel, krúnu ríkjanna, stolta prýði Kaldearanna, sum ta ferðina Gud legði Sodoma og Gomorra í oyði.
20 Tað skal aldri í allar ævir reisast aftur, og mann eftir mann skal eingin búgva har; eingin Arabari skal reisa tjald sítt har, eingin hirði skal lata fylgi sítt hvíla har.
21 Nei, villdýr skulu liggja har, og húsini skulu fyllast av uglum; strutsar skulu búgva har, og skógartrøll hoppa um.
22 Úlvar skulu ýla í borgunum, sjakalar í lystarhøllunum. - Skjótt kemur tíð tess, ikki skal leggjast aftrat døgunum.