Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 56
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 So sigur HARRIN: Aktið eftir tí, sum rætt er, og gerið rættvísi! Tí frelsa Mín kemur skjótt, og brátt skal rættvísi Mín verða opinberað.
2 Sælur er tann, ið ger hetta, tað menniskjabarn, ið heldur fast við tað - sum heldur sabbatin, so hann vanhalgar ikki hann, og sum varðar hond sína, so hon einki ilt ger.
3 Hin fremmandi, ið heldur seg til HARRAN, má ikki siga: "HARRIN fer vist at skilja meg frá fólki Sínum!" Og geldingurin má ikki siga: "Eg eri følnað træ!"
4 Tí so sigur HARRIN: Geldingunum, ið vilja halda sabbatar Mínar, velja tað, ið Mær líkar, og halda fast við sáttmála Mín,
5 teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn, sum er betri enn synir og døtur - Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað.
6 Og hini fremmandu, sum halda seg til HARRAN, til at tæna Honum og elska navn HARRANS, til at vera tænarar Hansara - øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála Mín,
7 tey skal Eg leiða til heilaga fjall Mítt og gleða tey í bønhúsi Mínum; brennioffur og sláturoffur teirra skulu vera Mær til gleði á altari Mínum; tí hús Mítt skal kallast bønhús fyri allar tjóðir.
8 So sigur Harrin HARRIN, Hann, sum savnar hini burtriknu av Ísrael: Enn fleiri skal Eg savna aftrat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.
9 Øll dýr markarinnar, komið og etið - øll dýr í skóginum!
10 Vaktarar Ísraels eru blindir allir samlir, teir vita einki; allir samlir eru teir stummir hundar, sum ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma, teimum dámar at sova.
11 Og teir eru óðir eftir at eta, hesir hundarnir, teir fyllast ikki. Og slíkir menn eru hirðar, hesir, sum einki skilja! Hvør ein teirra hevur vent sær sín egna veg, hvør ein søkir sín egna vinning, frá hinum fyrsta til hin síðsta.
12 "Kom, eg skal fara eftir víni, latið okkum drekka sterkan drykk, og sum dagurin í dag skal dagurin í morgin vera, stuttligur, heilt óførur!"