Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 30
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Vei hinum fráfalnu børnum, sigur HARRIN, teimum, sum fullføra ráð ið ikki eru frá Mær, og gera sáttmála, uttan at Andi Mín er við, so tey dunga synd oman á synd,
2 tey, sum fara suður til Egyptalands uttan at hava ráðlagt við Meg, at leita sær eftir vernd hjá Farao og søkja sær lívd í skugga Egyptalands!
3 Men vernd Faraos skal verða tykkum til skomm, og lívdin í skugga Egyptalands til skemd.
4 - Tí høvdingar teirra eru komnir til Zoan, og sendiboð teirra koma líka til Hanes.
5 - Allir verða teir til skammar av tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum, ikki er til gagn og bata, men eina til skomm og vanæru.
6 Spádómur um dýrini, sum fara suðureftir. Um land við vanda og angist, sum honleyva og leyva hava tilhald í, haraftrat høggormur og flogdreki, føra teir á eslabaki góðs sítt og á kamelakúlum skattir sínar til tjóð, ið ikki er ment at hjálpa teimum!
7 Aldri nakrantíð skal Egyptaland hjálpa! Tí kalli Eg tað: "Stórskrólarin, ið einki avrikar!"
8 Far nú og skriva tað á talvu, so tey síggja, og merk tað upp í bók, so tað á komandi tíðum og í allar ævir kann standa sum vitnisburður!
9 Tí tað er ólýðið fólk, trúleys børn, børn, ið ikki vilja hoyra lóg HARRANS,
10 sum siga við síggjararnar: "Síggið ongar sjónir!" og við profetarnar: "Tit skulu ikki profetera fyri okkum tað, ið rætt er! Talið okkum smikrandi orð, skoðið okkum tað, ið svikaligt er,
11 víkið burt av leiðini, sneiðið av gøtuni, latið okkum vera í friði fyri hinum Heilaga Ísraels!"
12 Tí sigur hin Heilagi Ísraels so: "Við tað at tit vraka hetta orð og líta á yvirgang og sniðgøtur - og styðja tykkum á slíkt -
13 skal hetta misbrot verða tykkum sum hóttandi, vaksandi riva á høgum múri, sum knappliga, í eygnabragdi, raplar niður;
14 hann verður brotin sundur, eins og leirílat verður sorað og ikki spart, so ikki so frægt brot fæst av molunum, sum eldur berst við av eldstaðnum, ella vatn oysist við úr brunninum."
15 Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: "Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera." - Men tit vildu ikki!
16 Tit søgdu: "Nei, á hestum skulu vit fúka!" - Tí skulu tit flýggja! - "Og á kvikum gangarum skulu vit ríða!" - Tí skulu teir, ið jagstra tykkum, vera kvikir!
17 Túsund skulu flýggja fyri hóttan eins mans; bert fimm menn hótta, skulu tit flýggja, inntil tað, ið eftir er av tykkum, er sum flaggstong á fjalstindi og sum hermerki á heyggi.
18 Tí drálar HARRIN at náða tykkum, og tí heldur Hann Seg langt burtur - á hæddini - við miskunn Síni móti tykkum; tí HARRIN er Gud dómsins - sæl eru øll tey, sum bíða eftir Honum.
19 Ja, tú fólk, sum býrt í Zion, í Jerúsalem, tú skalt ikki støðugt gráta; Hann skal vera tær náðigur, táið tú rópar; táið Hann hoyrir tað, svarar Hann tær.
20 Harrin skal geva tykkum neyðarbreyð og trongdarvatn; og tá skulu lærarar tínir ikki fjala seg longur, nei, eygu tíni skulu síggja lærarar tínar.
21 Og táið tú fert av leið - til høgru ella til vinstru - skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: "Hetta er vegurin, gangið eftir honum!"
22 Tá skalt tú meta óreinar silvurpláturnar á útskornu myndum tínum og gullpláturnar á stoyptu myndum tínum; tú skalt kasta tær burt sum skarn; "út hiðani!" skalt tú siga við tær.
23 Tá skal Hann geva sáðnum, ið tú sáar í jørðina, regn, og breyðið, ið jørð tín ber, skal geva sterka og góða føði. Tann dag skal fæ títt liggja og eta á víðum grasfløtum;
24 neytini og eslini, ið arbeiða á markini, skulu eta saltað fóðurbland, sum reinsað er við skuplu og kvísl.
25 Á hvørjum høgum fjalli og hvørji brattari hædd skulu springa upp keldur við rennandi vatni - tann dagin hitt stóra blóðbað verður, táið tornini falla.
26 Ljós mánans skal verða sum ljós sólarinnar, og ljós sólarinnar skal verða sjey ferðir so bjart, sum ljós sjey daga - tann dag HARRIN bindur um skaða fólks Síns og grøðir sárini av sløgunum, tað fekk.
27 Navn HARRANS kemur úr fjarløgu; brennandi er vreiði Hansara, og tjúkkur er roykurin, ið upp stígur; varrar Hansara skúma av vreiði, og tunga Hansara er sum oyðandi eldur.
28 Vreiðiblástur Hansara er sum á í áarføri - maður stendur undir háls; Hann skal sálda fólkini í sáldi oyðingarinnar og leggja í munn tjóðanna boksl, sum fær tey at villast.
29 Songur tykkara skal ljóða, sum ta náttina høgtíðin byrjar, og hjartansgleði skal vera, sum táið við floytuspæli verður farið niðan á fjall HARRANS, til klett Ísraels.
30 HARRIN skal lata ljóða veldigu rødd Sína og vísa arm Sín, sum slær niður í brennandi vreiði og oyðandi loga, í stormi, grovregni og heglingi.
31 Assur skal ræðast rødd HARRANS, táið Hann slær hann við stavinum.
32 Hvørt slag av stavinum, ið HARRIN eftir ráði Sínum letur falla á hann, skal verða sligið við trummu- og sitaraljóði, og ferð eftir ferð skal Hann lyfta armi Sínum og stríða móti honum.
33 Tí eldstaður er langt síðani gjørdur til; eisini konginum er hann gjørdur til, og djúpur og víður er hann; bál hansara hevur eld og við í mongd; sum svávulstreymur fær andi HARRANS hann upp at loga.