Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Sjónadal. Hvat bagir hjá tær, síðani alt fólk títt er farið upp á tøkini?
2 Tú býur, so fullur av óljóði, av gangi, av fagnaðarrópum! Falnu menn tínir eru ikki dripnir við svørði og ikki deyðir í bardaga.
3 Høvdingar tínir eru allir samlir flýddir; uttan at skotið varð við boga, vórðu teir tiknir á hondum; teir, sum í tær vóru, gjørdust allir fangar, hvussu langt burt teir so vóru flýddir.
4 Tí sigi eg: Vendið eygunum frá mær, eg má gráta sárt! Gerið mær ikki ófrið við at troysta meg fyri, at dóttir fólks míns er løgd í oyði!
5 Tí ræðsludagur, dagur niðurtraðkingar og treingingar, kemur frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna, í Sjónadali; múrar verða niðurbrotnir, og neyðarrópini hoyrast líka niðan í fjøllini.
6 Elam tekur pílahúsan, heldur fram við vagnkøppum og hestmonnum; Kir hevur tikið út skjøldirnar.
7 Bestu dalar tínir fyllast við vagnum, og hestmenn taka støðu fyri portrunum.
8 Hann tekur verndina frá Juda. Tá fert tú at hyggja teg um eftir vápnunum í skóghúsinum.
9 Tit síggja, at Dávidsbýur hevur nógvar rivur, og tit savna vatnið í Niðaru Tjørn;
10 tit telja húsini í Jerúsalem, og tit ríva niður húsini fyri at væla um múrin;
11 millum báðar múrarnar grava tit grøv til vatnið úr Gomlu Tjørn - men til Hansara, sum gjørdi tað, hyggja tit ikki upp, til Hansara, sum langt síðani upphugsaði tað, venda tit ikki eygunum.
12 Harrin, HARRIN Gud herskaranna, kallaði tykkum tann dag til grát og sorg, til at raka høvdið og sveipa syrgibúna um tykkum.
13 Men hygg, her er frøi og gleði - tey drepa neyt og seyð, tey eta kjøt og drekka vín; [tey siga:] "Latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!"
14 Men í oyrum mínum ljóðar opinbering HARRANS Guds herskaranna: So sanniliga skulu tit ikki fáa gjørt bót fyri hesa synd, so leingi sum tit liva! - sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
15 So sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna: Far og sig við henda fútan, Sebna hallarstjóra:
16 Hvat hevur tú her, og hvønn hevur tú her, síðani tú her hevur høgt tær út grøv, tú, sum høggur tær út grøv høgt uppi, holar tær út bústað í berginum?
17 Tú skalt vita, at HARRIN skal blaka teg langan veg, maður! Hann skal snara teg saman í knýti,
18 Hann skal vinda teg saman í noða og sipa teg sum bólt út í rúmt land! Har skalt tú doyggja, og hagar skulu dýrdarvagnar tínir koma - skemd tín, ið tú ert húsi harra tíns!
19 Eg renni teg burt úr staði tínum, og úr embæti tínum skalt tú verða rikin burt.
20 Tann dag skal Eg kalla tænara Mín Eljakim, son Hilkia,
21 og Eg skal lata hann í kyrtil tín, gyrða hann við belti tínum og leggja veldi títt í hendur hansara; hann skal vera faðir teirra, sum í Jerúsalem búgva, og húss Juda.
22 Eg skal leggja lykilin til hús Dávids á herðar hansara; táið hann letur upp, skal eingin lata aftur, og táið hann letur aftur, skal eingin lata upp.
23 Eg skal festa hann sum nagla á trygt stað, og hann skal verða fedrahúsi sínum til heiður.
24 Teir skulu heingja á hann alla tyngd húss faðirs hansara, bæði hinar góðu og hinar villu kvistar, øll smáíløtini, bæði føt og krukkur.
25 - Tann dag - sigur HARRIN Gud herskaranna - skal naglin, ið festur var á tryggum staði, loysna; hann skal ganga úr og detta niður, og øll byrðin, ið á honum hekk, skal sorast sundur - tí HARRIN hevur talað!