Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Vei teimum, ið geva órættvísar lógir, og sum eru ídnir at bókføra órætt,
2 so teir fáa troðkað burtur frá rættinum tey, sum lítið hava at týða, rænt rættin frá hinum fátæku í fólki Mínum, gjørt einkjur til rán sítt og tikið alt frá hinum faðirleysu!
3 Men hvat fara tit at gera, tann dag ið heimsøkt verður, táið oyðingin kemur úr fjarleika? Hvønn fara tit at leita til eftir hjálp, og hvar fara tit tá at goyma ríkidømi tykkara?
4 Annaðhvørt mugu tit boyggja knø millum fangar ella falla millum dripnar. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
5 Vei Assur, vreiðikoyrli Mínum! Vreiði Mín er stavurin, hann hevur í hondini.
6 Móti vanheiløgum fólki sendi Eg hann; móti fólki, sum Eg eri illur við, biði Eg hann fara, til at røva og ræna og traðka tað niður sum skarn á gøtuni.
7 Men hann, hann tekur tað ikki so, hjarta hansara hugsar ikki hetta; nei, til at forkoma stendur hugur hansara og til at oyða fólk - ikki fá!
8 Tí hann sigur: "Eru ikki høvdingar mínir kongar allir samlir!
9 Gekst ikki Kalno sum Karkemis! Gekst ikki Hamat sum Arpad! Gekst ikki Samaria sum Damaskus!
10 Sum hond mín náddi avgudaríkjunum - og tey høvdu tó fleiri gudamyndir, enn Jerúsalem og Samaria -
11 skuldi eg tá ikki kunnað gjørt tað sama við Jerúsalem og gudamyndir tess, sum eg gjørdi við Samaria og gudar tess!"
12 Men táið HARRIN hevur fullført alt verk Sítt á Zionsfjalli og í Jerúsalem, skal Eg heimsøkja kongin í Assýria fyri ávøkst hugmóðs hjarta hansara og fyri høgt lyftu, stoltu eygu hansara.
13 Tí hann sigur: "Við sterku hond míni havi eg gjørt tað, og við vísdómi mínum - tí eg eri klókur; eg flutti landamark tjóðanna og rændi skattir teirra, og í veldi mínum fírdi eg teir niður, sum í hásæti sótu;
14 hond mín greip eftir góðsi tjóðanna sum eftir fuglareiðri; og sum ein sankar egg, ið fuglurin er flogin av, havi eg sankað øll lond á jørðini, og ikki ein var, sum rørdi vongin ella læt upp nevið og hvein."
15 - Man øksin rósa sær móti honum, ið høggur við henni! Man sagin gera seg stóra móti honum, ið sagar við henni! Sum stavurin hevði sveiggjað tann, ið lyftir honum, sum putturin hevði lyft honum, ið ikki er av træ!
16 Tí skal Harrin, HARRIN Gud herskaranna, senda tærandi sótt í fiti hansara, og undir dýrd hansara skal eldur fara at loga sum brennandi bál.
17 Ljós Ísraels skal verða eldur, og hin Heilagi hansara logi, og Hann skal brenna upp og oyða tornir og tistlar hansara, allar ein dag.
18 Hann skal á svaðasvørði gera enda á dýrabøru skógum og fruktbøru markum hansara, og hann skal verða sum ein sjúkur, ið tærist burtur.
19 Lítið skal vera fyri at telja trøini, ið eftir verða í skógi hansara; barn skal kunna skriva tey upp.
20 Tann dag skulu leivd Ísraels og tey, sum eftir eru av húsi Jákups, ikki longur styðja seg á hann, ið slær tey, men trúliga styðja seg á HARRAN, hin Heilaga Ísraels.
21 Leivd skal umvenda seg - leivd Jákups - til hin veldiga Gud.
22 Tí um so fólk títt, Ísrael, er sum sjóvarsandur, skal bert leivd av tí umvenda seg; óvikiliga er avgjørt, at oyðing kemur, og við rættvísi streymar hon fram.
23 Tí oyðing og óvikiliga avgjørdan dóm fullførir Harrin, HARRIN Gud herskaranna, á allari jørðini.
24 Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, so: Fólk Mítt, tú, ið býrt á Zion, óttast ikki Assýria, táið tað slær teg við puttinum og reiggjar stavin eftir tær, sum teir gjørdu í Egyptalandi!
25 Tí um lítla stund enn eri Eg ikki illur longur, og vreiði Mín vendist til undirgang teirra.
26 HARRIN Gud herskaranna skal reiggja koyril Sín eftir teimum, sum táið Hann sló Midjan við Orebsklett; stavur Hansara skal vera rættur út yvir havið, og Hann skal lyfta honum á sama hátt sum í Egyptalandi.
27 Tann dag skal byrði hansara verða tikin av øksl tíni, og ok hansara av hálsi tínum, ja okið skal bresta fyri fiti.
28 - Hann kemur móti Ajat, fer um Migron; tað, sum hann hevur í viðføri, letur hann vera eftir í Mikmas.
29 Teir fara um skarðið; "í Geba" [siga teir] "halda vit náttarhvíld!" - Rama skelvur, Gibea Sauls flýggjar;
30 rópa hart, tú dóttir Gallim! Akta eftir, tú Laisa! Arma Anatot!
31 Madmena flýggjar; fólkið í Gebim bjargar góðsi sínum.
32 Enn í dag stendur hann í Nob; hann lyftir hondini móti fjalli dóttur Zions, móti heyggi Jerúsalems.
33 Men tá høggur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, við øgiligari megi greinar hansara av; hini hávaksnu trø verða feld, hini høgu verða lág,
34 hin tjúkki skógur verður høgdur niður við øks, og Libanon fellur fyri hinum veldiga.