Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Vei tær, Ariel, Ariel, tú býur, har Dávid reisti tjøld síni! Lat ár verða lagt aftrat ári, lat høgtíð fylgja eftir høgtíð!
2 Tá skal Eg treingja Ariel, og har skal vera sorg og venan; men so skal tað av sonnum verða Mær Ariel.
3 Eg skal taka støðu móti tær, Eg skal kringseta teg við vaktarmonnum og reisa hervirki móti tær.
4 Tá skalt tú lágmæltur tala úr jørðini, og úr dustinum skalt tú mutla orð tíni; rødd tín skal ljóða sum dreygsrødd úr jørðini, og úr dustinum skal tala tín teska.
5 Fíggindar tínir skulu verða sum tætta moldrok, flokkur yvirgangskroppanna sum dumba, ið fýkur. Knappliga, eftir eini løtu, skal tað henda
6 Frá HARRANUM Gudi herskaranna skal koma heimsøking við toru, jarðskjálvta og nógvum duna, við stormi, hvirlum og oyðandi eldi.
7 Sum dreymur, sjón um náttina, so skal mongd alra tjóðanna vera, sum herja á Ariel, alra teirra, ið herja á tað og hervirki tess og treingja tað.
8 Verða skal, sum táið hin svangi droymir, at hann etur, men vaknar og kennir seg tóman, og sum táið hin tysti droymir, at hann drekkur, men vaknar linur og máttleysur; so skal gangast øllum fólkunum, ið herja á Zionsfjall.
9 Starið hvør uppá annan og verðið í ørviti! Starið tykkum blindar, ja, verðið blindir! Tit eru druknir, men ikki av víni; tit sløðra, men ikki av sterkum drykki.
10 Tí HARRIN hevur helt út yvir tykkum tungan svøvnanda, bundið fyri eygu tykkara, profetarnir, og ballað inn høvd tykkara, síggjararnir!
11 Tí er hvør sjón vorðin tykkum sum orðini í innsiglaðari bók; verður hon rætt einum, ið dugir at lesa, við hesum orðum: "Les hetta!" svarar hann: "Tað fái eg ikki, hon er jú innsiglað!"
12 Og verður hon rætt einum, ið ikki dugir at lesa, við hesum orðum: "Les hetta!" svarar hann: "Eg dugi ikki at lesa!"
13 HARRIN sigur: Við tað at hetta fólk heldur seg nær til Mín við munninum og heiðrar Meg við vørrunum, men heldur hjarta sítt langt burtur frá Mær, so at ótti teirra fyri Mær er menniskjaboð, sum tey hava lært,
14 ja, so skal Eg framvegis gera undarliga við hetta fólk, undarliga og merkiliga; vísdómur vísmanna teirra skal koma upp í einki, og vit vitigu manna teirra skal gleppa.
15 Vei teimum, sum í djúpinum ætla at dylja ráð síni fyri HARRANUM, sum fremja verk síni í myrkrinum, og sum siga: "Hvør sær okkum, og hvør ansar eftir okkum!"
16 - Sum tit eru rangvørg! Er tá leirið at meta javnt við leirsmiðin! Skal verkið siga um Hann, ið virkaði tað: "Hann hevur ikki skapt meg!" og tað, sum smíðað er, um Hann, ið smíðaði tað: "Hann skilir einki!"
17 Bert lítla stund enn, so skal Libanon verða fruktbør mark, og hin fruktbara mark verða at meta sum skógur.
18 Tann dag skulu hini deyvu hoyra orð bókarinnar, og fríað frá niðu og myrkri skulu eygu hinna blindu síggja.
19 Hini eyðmjúku skulu gleðast enn meiri í HARRANUM, hini fátæku millum menniskjuni skulu fegnast í hinum Heilaga Ísraels.
20 Tí burtur er kúgarin, horvin spottarin, og týndir verða allir, ið eru árvaknir at gera órætt,
21 teir, sum við orðum sínum voldu, at sakleys vórðu feld, sum settu fellur fyri tann, ið framdi rætt á tingi, og sum við lygn boygdu rætt hins rættvísa.
22 Tí sigur HARRIN so við hús Jákups, HARRIN, sum loysti út Ábraham: Nú skal Jákup ikki verða til skammar, nú skal ásjón hansara ikki blikna;
23 tí táið hann - børn hansara - síggja handaverk Mítt millum sín, skulu tey halga navn Mítt, halda hin Heilaga Jákups heilagan og óttast Gud Ísraels;
24 tey, sum viltust í anda sínum, skulu læra vit, og tey, sum knarra, skulu taka við læru.