1 | Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias, sonur Amoz, profeturin, til hansara og segði við hann: "So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!" |
|
2 | Tá vendi Ezekias sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN: |
|
3 | "Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum gott er í eygum Tínum!" - Og Ezekias græt hart. |
|
4 | Tá kom orð HARRANS til Esaias; Hann segði: |
|
5 | "Far og sig við Ezekias: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal leggja fimtan ár aftrat lívi tínum. |
|
6 | Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum assýriakongs, ja, Eg skal verja henda stað! |
|
7 | Og hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM, at HARRIN skal halda tað, ið Hann nú hevur lovað: |
|
8 | Eg skal lata skuggan ganga tær strikurnar aftur, sum hann hevur førkað seg við sólini á sóluri Akazar, tíggju strikur!" Og sólin gekk aftur tær tíggju strikurnar, ið hon hevði førkað seg á sólurinum. |
|
9 | Songur, sum Ezekias kongur í Juda skrivaði, táið hann hevði verið sjúkur og var vorðin frískur aftur av sjúkuni: |
|
10 | "Eg segði: "Á besta aldri mínum má eg fara inn um portur deyðaríkisins, eg má bøta við tí, ið eftir er av árum mínum!" |
|
11 | Eg segði: "Eg fái ikki meiri HARRAN at síggja, HARRAN í landi teirra, sum liva; hjá teimum, sum búgva í skuggaríkinum, fái eg ikki meiri menniskju at síggja! |
|
12 | Bústaður mín verður ryktur upp og borin burtur frá mær sum tjald hirðans; eins og vevari havi eg rullað lív mítt saman; frá avsetrunum sker Hann meg; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg." |
|
13 | Eg fekk sál mína at vera stilla til morguns; sum leyva sorar Hann øll bein míni; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg. |
|
14 | Eg eymkaði meg sum svala, sum trani, kurraði sum dúva; við tárum hugdi eg móti Himli: "HARRI, eg eri neyðstaddur - gakk í ábyrgd fyri meg!" |
|
15 | - Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað, og sjálvur hevur Hann gjørt tað - eyðmjúkur skal eg liva øll ár míni eftir beisku sálarsorg mína! |
|
16 | Harri! Av teimum livir menniskjan, og tey halda uppi øllum lívi anda míns - so ger meg tá frískan og lat meg liva! |
|
17 | Ja, til frið varð mær hitt beiska, ja, hitt beiska, og í kærleika bjargaði Tú sál míni frá undirgangsgrøvini, tí allar syndir mínar kastaði Tú aftur um bak! |
|
18 | Tí deyðaríkið takkar Tær ikki, deyðin lovar Tær ikki; ikki vóna tey á miskunn Tína, tey, sum søkka í grøvina. |
|
19 | Tey, sum liva, tey, sum liva, tey prísa Tær - sum eg í dag - faðir lærir børn síni um trúfesti Tína! |
|
20 | HARRIN skal frelsa meg, og songir mínar skulu vit spæla allar lívsdagar okkara í húsi HARRANS." |
|
21 | Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur. |
|
22 | Men Ezekias segði: "Hvat skal eg hava til merki um, at eg skal fara niðan í hús HARRANS?" |
|
|