Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 64
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hevði Tú viljað skrætt sundur himmalin og komið niður, so fjøllini skulvu fyri ásjón Tíni, eins og eldur fær turrar greinar at loga og vatn at kóka - til at kunngjørt óvinum Tínum navn Títt og noytt fólkini at skelva fyri ásjón Tíni,
2 táið Tú gjørdi øgilig verk, sum vit ikki høvdu væntað, táið Tú komst niður, so fjøllini nøtraðu fyri ásjón Tíni!
3 Frá gamlari tíð hevur jú eingin spurt ella hoyrt, hevur einki eyga sæð nakran annan Gud enn Teg gera slíkt fyri tey, sum bíða eftir Honum.
4 Tú kemur ímóti teimum, sum gera rættvísi við gleði, teimum, ið minnast Teg á leiðum Tínum. Men Tú vart vreiður, og vit syndaðu - so hevur staðið við, og kundu vit tá verða frelst!
5 Vit vórðu sum hin óreini øll somul, og øll rættvísi okkara varð sum dálkað plagg; sum leyvið følnaðu vit øll, og misgerðir okkara høvdu okkum avstað fyri sær sum vindurin.
6 Og eingin er, sum kallar á navn Títt, sum mennir seg upp at halda fast við Teg; tí Tú hevur fjalt ásjón Tína fyri okkum og latið okkum tærast burt av misgerðum okkara.
7 Men nú, HARRI! Tú ert Faðir okkara; vit eru leirið, og Tú ert tann, ið evnar okkum til - handaverk Títt eru vit øll somul.
8 HARRI, ver ikki so út av lagi vreiður, minst ikki til ævigar tíðir misgerð! Nei, minst til, at vit eru fólk Títt øll somul!
9 Heiløgu býir Tínir eru vorðnir oyðimørk; Zion er vorðið oyðimørk, Jerúsalem liggur sum eyrdungi.
10 Heilaga, dýra tempul okkara, sum fedrarnir lovaðu Tær í, er brent upp, og alt, ið vit elskaðu, liggur í eyrdunga.
11 Fert Tú tá kortini at halda Teg frá okkum, HARRI? Fært Tú tagt og nívt okkum so svárt?