Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 42
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hygg tænari Mín, sum Eg styðji, útvaldi Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg leggi Anda Mín á Hann, Hann skal bera rætt út til fólkini.
2 Hann skal ikki rópa og vera harðmæltur, og Hann skal ikki lata mál Sítt hoyrast á gøtuni.
3 Hitt brotna rør skal Hann ikki sora, og hitt rúkandi skar skal Hann ikki sløkkja; í trúfesti skal Hann boða rættin.
4 Hann skal ikki møðast og ikki leggjast fyri, fyrrenn Hann hevur fingið grundað rættin á jørðini; eftir lóg Hansara bíða oyggjar.
5 So sigur Gud HARRIN, sum skapti himmalin og tandi hann út, sum breiddi út jørðina við tí, ið á henni veksur, sum gevur fólkunum á henni andadrátt, og teimum anda, sum ganga har:
6 Eg, HARRIN, havi kallað Teg í rættferð og tikið fast í hond Tína; Eg skal vera vernd Tín og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, til ljós fyri heidningar,
7 so Tú skalt lata upp hini blindu eygu og leiða hini bundnu út úr fangahúsinum, leiða tey, sum í myrkri sita, út úr varðhaldinum.
8 Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!
9 Tað, sum Eg áður havi kunngjørt, er komið, og nú kunngeri Eg nakað nýtt; áðrenn tað vísir seg, lati Eg tykkum hoyra um tað.
10 Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara frá enda jarðarinnar, tit, sum út á havið fara, og alt tað, sum í havinum er, tit oyggjar og tit, ið har búgva!
11 Oyðimørkin og býir hennara skulu lyfta upp røddina, tjaldbýirnir, har Kedar býr; tey, sum á fjøllunum búgva, skulu fegnast; av fjallatindunum skulu tey rópa hart.
12 Tey skulu geva HARRANUM dýrd og kunngera prís Hansara á oyggjunum.
13 HARRIN heldur avstað sum hetja; Hann skal eggja upp vreiði Sína sum bardagamaður; Hann skal rópa hart, ja brøla; móti fíggindum Sínum skal Hann vísa mátt Sín.
14 Eg havi tagt langa tíð, Eg talaði ikki, Eg helt Mær. Men nú skal Eg rópa sum kvinnan, ið føðir, Eg skal tiva og kikka eftir ondini.
15 Eg skal leggja fjøll og heyggjar í oyði og lata allar urtir har torna upp; Eg skal gera áir til land og turka upp tjarnir.
16 Eg skal leiða blind á veg, ið tey kenna ikki; á gøtum, ið tey kenna ikki, skal Eg lata tey ganga; Eg skal fyri ásjón teirra gera myrkur til ljós og hitt óslætta land til slætta - hetta er tað, ið Eg skal gera, vissuliga skal Eg ikki lata tað vera ógjørt.
17 Víkja skulu tey og stórliga verða til skammar, tey, sum líta á útskornar myndir og siga við stoyptar myndir: "Tit eru gudar okkara!"
18 Tit deyvu, hoyrið! Og tit blindu, latið upp eyguni og hyggið!
19 Hvør er blindur, um ikki tænari Mín, og deyvur sum sendiboð Mítt! Hvør er blindur sum trúnaðarmaður Mín, blindur sum tænari HARRANS!
20 Tú hevur sæð mangt, men tú gevur tí ikki gætur! - Hann hevur upplatin oyru, men hann hoyrir ikki!
21 Fyri rættvísi Sínar skuld er tað vilji HARRANS at lyfta lógini til stórleika og heiður.
22 Men hetta er rænt og herjað fólk; tey liggja øll somul bundin í holum og fjald í fangahúsum; tey vórðu til rán, og eingin frelsti tey, til herfong, og eingin segði: "Slepp teimum!"
23 Hvør tykkara vil lurta eftir hesum, geva tí ans og hoyra tað hereftir?
24 Hvør hevur givið Jákup til rán, og hvør gav ránsmonnum Ísrael! Er tað ikki HARRIN, Hann, sum vit syndaðu móti, hvørs vegir tey vildu ikki ganga, og hvørs lóg tey vildu ikki lurta eftir!
25 So læt Hann stoytast út yvir tey brennandi vreiði Sína og veldi bardagans, sum logaði rundan um tey - men tey skiltu tað ikki! - sum brendi tey - men tey løgdu sær tað ikki á hjarta!