1 | Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur! |
| 2 | Hann rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara. |
| 3 | Vanvirdur var Hann - fólk vendi sær frá Honum - maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki. |
| 4 | Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg - og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. |
| 5 | Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd. |
| 6 | Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum. |
| 7 | Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin - sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann - Hann læt ikki upp munnin. |
| 8 | Við treinging og dómi varð Hann tikin burt - men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann! |
| 9 | Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum - tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara. |
| 10 | Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara. |
| 11 | Aftur fyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra. |
| 12 | Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong - aftur fyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum. |
| |
|