Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 40
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Nakað eftir hetta hendi tað, at skeinkjarin og bakarin hjá konginum í Egyptalandi forbrutu seg móti harra sínum, konginum í Egyptalandi.
2 Farao varð illur við hesar báðar hirðmenn sínar, yvirskeinkjaran og yvirbakaran,
3 og læt teir seta fastar í húsinum hjá høvdinganum yvir lívvaktini, sama fangahúsi, sum Jósef sat fastur í.
4 Høvdingin yvir lívvaktini setti Jósef at vera hjá teimum; og hann gekk teimum til handa. Táið teir nú høvdu sitið har fastir eina langa tíð,
5 droymdu teir báðir somu nátt hvør sín dreym, hvønn dreymin við sínum serliga týdningi - skeinkjarin og bakarin hjá konginum í Egyptalandi, teir, ið sótu fastir har í fangahúsinum.
6 Táið Jósef kom inn til teirra um morgunin, sá hann á teimum, at teir vóru mótfalnir.
7 Tá spurdi hann hirðmenninar hjá Farao, teir, ið saman við honum sótu fastir í húsinum hjá harra hansara: "Hví síggja tit so sorgarbundnir út í dag?"
8 Teir svaraðu: "Vit hava droymt, og eingin er, sum kann týða tað!" Tá segði Jósef við teir: "Hoyrir tað ikki Gudi til at týða dreymar! - Latið meg hoyra tað, ið tit hava droymt!"
9 So segði yvirskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum; hann segði: "Eg droymdi, at eitt víntræ stóð framman fyri meg;
10 á víntrænum vóru tríggjar greinar; tað fekk knappar, blómurnar sprungu út, og stelkarnir bóru staðin vínber.
11 Eg hevði bikar Faraos í hondini; og eg tók vínberini og kroysti tey út í bikar Faraos og rætti Farao tað."
12 Tá segði Jósef: "Hetta skal týðast soleiðis: Tær tríggjar greinarnar eru tríggir dagar;
13 um tríggjar dagar skal Farao lyfta teg upp - seta teg aftur í embæti títt, so tú aftur rættir Farao bikarið sum áður, táið tú vart skeinkjari hansara.
14 - Hevði tú nú bert viljað minst meg, táið tær gongst væl, og víst mær miskunn, so tú hevur meg á orði fyri Farao og hjálpir mær út úr hesum húsi!
15 Tí eg eri stolin úr landi Hebreara, og heldur ikki her havi eg gjørt nakað, sum teir kundu seta meg í fangahús fyri."
16 Táið nú yvirbakarin sá, at Jósef hevði givið skeinkjaranum góða týðing, segði hann við hann: "Eisini eg hevði dreym. Tað var fyri mær, sum eg bar á høvdinum tríggjar kurvar við hveitibreyði.
17 Í tí ovastu kurvini var alskyns bakað føði til borð Faraos; men fuglarnir ótu tað úr kurvini á høvdi mínum."
18 Tá segði Jósef: "Hetta skal týðast soleiðis: Tær tríggjar kurvarnar eru tríggir dagar;
19 um tríggjar dagar skal Farao "lyfta teg upp" - høgga høvdið av tær og heingja teg í eitt træ, og fuglarnir skulu eta kjøtið av tær."
20 Tríggjar dagar eftir hetta hevði Farao føðingardag; tá gjørdi hann veitslu fyri øllum tænarum sínum, og yvirskeinkjaran og yvirbakaran "lyfti hann tá upp" millum tænarar sínar:
21 Yvirskeinkjaran setti hann aftur í embæti hansara, so hann aftur rætti Farao bikarið,
22 og yvirbakaran læt hann heingja - sum Jósef hevði týtt dreymarnar fyri teimum.
23 Men yvirskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef - hann gloymdi hann.