Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,
2 sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.
3 Tá segði HARRIN: "Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár."
4 Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini - táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.
5 Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.
6 Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.
7 Og HARRIN segði: "Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!"
8 - Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.
9 Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.
10 Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.
11 Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.
12 Gud sá jørðina - hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.
13 Tá segði Gud við Nóa: "Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.
14 Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.
15 Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.
16 Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.
17 Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.
18 Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.
19 Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.
20 Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.
21 Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði."
22 Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.