1 | So hendi tað, táið tvey ár vóru gingin, at Farao hevði dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nilá. |
|
2 | Hann sá tá sjey kýr, vakrar og feitar, koma upp úr ánni, og tær løgdust at eta grasið við ánna. |
|
3 | Síðani sá hann sjey aðrar kýr koma upp úr ánni, ljótar at síggja og rak; og tær stóðu hjá hinum fyrru kúnum á áarbakkanum. |
|
4 | Og tær kýrnar, ið vóru so ljótar og rak, ótu hinar sjey vøkru og feitu kýrnar. - So vaknaði Farao. |
|
5 | Men hann sovnaði aftur og hevði uppaftur ein dreym. Hann sá sjey øks, tjúkk og góð, vaksa á einum strái. |
|
6 | Síðani sá hann sjey onnur øks koma upp, tóm og svidnað av eystanvindi. |
|
7 | Og tey tómu øksini gloyptu hinum sjey tjúkku og fullu øksunum. So vaknaði Farao og sá, at tað var dreymur. |
|
8 | Men um morgunin var hann í døpurhuga; hann sendi tá boð eftir øllum spámonnum og vísmonnum í Egyptalandi og segði teimum dreymarnar; men eingin var, sum kundi týða Farao teir. |
|
9 | Tá tók yvirskeinkjarin til orða og segði við Farao: "Eg noyðist í dag at minna um syndir mínar! |
|
10 | Hina ferð ið Farao varð illur við tænarar sínar og læt meg og yvirbakaran seta fastar í húsinum hjá høvdinganum yvir lívvaktini, |
|
11 | tá droymdu vit einaferð hvør sín dreym eina náttina, eg og hann, og dreymarnir høvdu hvør sín týdning. |
|
12 | Saman við okkum var ein ungur Hebreari, sum var trælur hjá høvdinganum yvir lívvaktini, og táið vit søgdu honum dreymar okkara, týddi hann okkum teir, hvønn á sín hátt; |
|
13 | sum hann týddi okkum teir, soleiðis gekk tað: Eg varð settur aftur í embæti mítt, og hin varð hongdur." |
|
14 | Tá sendi Farao boð eftir Jósefi, og teir skundaðu sær og fingu hann út úr fangahúsinum; táið hann so hevði latið raka sær og skift klæði, steig hann fram fyri Farao. |
|
15 | Farao segði nú við Jósef: "Eg havi havt ein dreym, og eingin er, sum kann týða hann; men eg havi hoyrt um teg, at fyrsta sum tú hoyrir ein dreym, kanst tú týða hann!" |
|
16 | Jósef svaraði Farao: "Tað stendur ikki til mín - Gud skal geva eitt svar, sum spáar Farao eydnu!" |
|
17 | So segði Farao við Jósef: "Eg droymdi, at eg stóð á áarbakkanum við Nilá. |
|
18 | Eg sá tá sjey kýr koma upp úr ánni, feitar og vakrar, og tær løgdust at eta grasið við ánna. |
|
19 | Síðani sá eg sjey aðrar kýr koma upp, vánaligar, ógvuliga ljótar og rak - so ljót kríatúr havi eg aldri sæð nakrastaðni í Egyptalandi. |
|
20 | Og tær kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, ótu hinar fyrru sjey feitu kýrnar. |
|
21 | Men táið tær høvdu gloypt teimum, sást tað ikki á teimum; tær vóru líka ljótar at síggja sum frammanundan. - So vaknaði eg. |
|
22 | Uppaftur droymdi eg og sá tá sjey øks, full og góð, vaksa á einum strái. |
|
23 | Síðani sá eg sjey onnur øks koma upp, upptornað, tóm og svidnað av eystanvindi. |
|
24 | Og tey tómu øksini gloyptu teimum sjey góðu øksunum. - Hetta segði eg spámonnunum, men eingin var førur fyri at greiða mær frá tí." |
|
25 | Tá segði Jósef við Farao: "Báðir dreymar Faraos hava sama týdning; tað, ið Gud ætlar at gera, hevur hann latið Farao vita. |
|
26 | Tær sjey góðu kýrnar eru sjey ár, og tey sjey góðu øksini eru sjey ár - hetta er ein og sami dreymur. |
|
27 | Og hinar sjey kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, og sum komu upp aftan á teimum, tær eru sjey ár, somuleiðis tey sjey tómu øksini, ið vóru svidnað av eystanvindi; tí tað koma sjey hungursár. |
|
28 | - Tað er, sum eg segði við Farao: Tað, ið Gud ætlar at gera, hevur Hann latið Farao síggja. |
|
29 | Tað koma sjey ár við stórari yvirflóð um alt Egyptaland. |
|
30 | Men aftan á tey koma sjey hungursár, so at øll tann yvirflóð skal verða gloymd í Egyptalandi, og hungurin skal arma landið út. |
|
31 | Eingin skal minnast yvirflóðina, ið var í landinum, fyri hungrinum aftaná; tí hann skal verða ógvuliga svárur. |
|
32 | Og at Farao hevur havt dreymin tvær ferðir, tað vil siga, at hetta er fast avgjørt av Gudi, og at Gud fer at lata tað henda skjótt. |
|
33 | Nú skuldi Farao valt sær ein skilagóðan og vísan mann og sett hann yvir Egyptaland. |
|
34 | Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður. |
|
35 | Teir skulu, hesi góðu árini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum - sum ogn Faraos - og ansa eftir tí. |
|
36 | Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum." |
|
37 | - Hesi orð dámdi bæði Farao og øllum tænarum hansara væl; |
|
38 | Farao segði við tænarar sínar: "Hvar finna vit ein mann, sum Andi Guds er í sum í honum!" |
|
39 | So segði Farao við Jósef: "Táið Gud hevur opinberað tær alt hetta, so er eingin líki tín í viti og vísdómi! |
|
40 | Tú skalt standa fyri húsi mínum, og eftir orði tínum skal alt fólk mítt rætta seg; bert hásætið skal eg hava fram um teg." |
|
41 | Framvegis segði Farao við Jósef: "So seti eg teg nú yvir alt Egyptaland!" |
|
42 | Farao tók innsiglisringin av hondini og setti hann á hond Jósefs, læt hann í klæði av fínum líni og hongdi gullketu um háls hansara; |
|
43 | hann læt hann koyra í vagninum, sum var næstur eftir hansara egna, og "abrek!" varð rópt undan honum. - Hann setti hann tá yvir alt Egyptaland. |
|
44 | Og Farao segði við Jósef: "Eg eri Farao - men eingin maður í øllum Egyptalandi skal lyfta hond ella fót, uttan tú vilt!" |
|
45 | Farao gav Jósefi navnið Zafenat-Panea og læt hann fáa til konu Asenat, dóttur prestin Potifera í On. - So ferðaðist Jósef um í Egyptalandi. |
|
46 | Jósef var 30 ár, táið hann kom at standa fyri Farao, konginum í Egyptalandi. - So fór Jósef út frá Farao og fór at ferðast um alt Egyptaland. |
|
47 | Tey sjey árini ið yvirflóðin vardi, gav landið ríkliga grøði. |
|
48 | Hann savnaði tá alskyns grøði tey sjey góðu árini sum komu í Egyptalandi, og legði tað upp í býunum; í hvørjum býi savnaði hann grøðina av landinum har rundan um. |
|
49 | Soleiðis dungaði Jósef saman eina óføra mongd av korni - sum sandin í sjónum - so at teir til endan góvust at mála tað, tí tað var ógjørligt at halda rokning á tí. |
|
50 | Áðrenn hungursárini komu, fekk Jósef tveir synir við Asenat, dóttur Potifera, prestin í On. |
|
51 | Hinum frumborna gav Jósef navnið Manasse, "tí", segði hann, "Gud hevur latið meg gloyma alla møði mína og alt hús faðirs míns!" |
|
52 | Hinum gav hann navnið Efra’im, "tí", segði hann, "Gud hevur gjørt meg fruktbaran í landinum, sum eg leið ilt í!" |
|
53 | Táið so tey sjey árini, ið yvirflóðin vardi í Egyptalandi, vóru úti, |
|
54 | komu tey sjey hungursárini - soleiðis sum Jósef hevði sagt. Tá varð hungursneyð í øllum londum, men í øllum Egyptalandi var breyð. |
|
55 | Alt Egyptaland leið tá hungur, og fólkið rópti á Farao eftir breyði; men Farao segði við allar Egyptar: "Farið til Jósef, og gerið, sum hann sigur tykkum!" |
|
56 | Táið nú hungursneyðin var um alt landið, læt Jósef upp goymslurnar og seldi Egyptum korn; tí hungursneyðin var svár í Egyptalandi. |
|
57 | Og úr øllum londum komu teir til Egyptalands at keypa korn frá Jósefi; tí hungursneyðin var svár í øllum londum. |
|
|