Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 47
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Jósef fór nú og bar Farao boð um hetta og segði: "Pápi og brøður mínir eru komnir higar úr Kána’anslandi við smáfæi og neytum sínum og øllum, ið teir eiga, og teir eru nú í Gosen."
2 Hann hevði tikið fimm av brøðrum sínum við sær; teir leiddi hann fram fyri Farao.
3 Farao spurdi tá brøður hansara: "Hvat er yrki tykkara?" Teir svaraðu: "Tænarar tínir eru hirðar, vit sum fedrar okkara."
4 So søgdu teir við Farao: "Vit eru komnir at búgva eina tíð her í landinum; tí har er einki gras til seyðin hjá tænarum tínum, við tað at hungursneyðin er so svár í Kána’anslandi; lat tí tænarar tínar sleppa at búgva í landinum Gosen!"
5 Tá segði Farao við Jósef: "So faðir tín og brøður tínir eru komnir til tín!
6 Egyptaland liggur tær opið - lat faðir tín og brøður tínar búsetast í tí besta partinum av landinum, lat teir búgva í Gosen! Og veitst tú, at dugnaligir menn eru millum teirra, so set teir til yvirhirðar yvir fylgjum mínum!"
7 Jósef fór nú eftir Jákupi, faðir sínum, og leiddi hann fram fyri Farao; og Jákup signaði Farao.
8 Farao spurdi Jákup: "Hvussu gamal ert tú?"
9 Jákup svaraði honum: "Tíðin, ið eg havi livað sum útlendingur, er 130 ár; fáir og óndir hava lívsdagar mínir verið, og teir eru ikki komnir upp til tað áratal, ið fedrar mínir náddu, tíðina ið teir vóru útlendingar!"
10 So signaði Jákup Farao og fór avstað aftur frá honum.
11 Jósef læt faðir sín og brøður sínar búsetast og gav teimum ogn í Egyptalandi, í tí besta partinum av landinum, í landinum Rameses - soleiðis sum Farao hevði sagt við hann.
12 Jósef sá teimum til góða, so tey høvdu breyð, faðir hansara, brøður hansara og alt hús faðirs hansara, eftir talinum á børnunum.
13 Men breyð var ikki til í øllum landinum; tí hungursneyðin var ovurhonds svár, so at Egyptaland og Kána’ansland vóru illa komin av hungri.
14 Jósef savnaði tá til sín allan peningin, sum var í Egyptalandi og Kána’anslandi; hann fekk hann fyri kornið, ið tey keyptu; og Jósef læt peningin bera inn í hús Faraos.
15 Men táið peningurin var uppi í Egyptalandi og Kána’anslandi, tá komu øll í Egyptalandi til Jósef og søgdu: "Gev okkum breyð! Skulu vit tá doyggja fyri eygum tínum, fyri tað at peningurin er uppi!"
16 Jósef svaraði: "Komið við fæi tykkara, so skal eg lata tykkum fáa breyð fyri fæið, táið nú peningurin er uppi!"
17 Teir komu so til Jósef við kríatúrum sínum, og hann gav teimum breyð fyri rossini, smáfæið, neytini og eslini, ið teir høvdu. Soleiðis helt hann tey við breyði tað árið fyri øll kríatúr teirra.
18 So gekk nú hetta árið. Men árið eftir komu tey aftur til hansara og søgdu við hann: "Vit vilja ikki dylja fyri harra mínum, at peningurin er uppi, og kríatúrini, ið vit áttu, hevur harri mín fingið, so at nú er einki eftir at lata harra mín fáa uttan kroppar okkara og jørð okkara!
19 Skulu vit tá ganga til grundar fyri eygum tínum, bæði vit og jørð okkara! Keyp okkum og jørð okkara fyri breyð, so skulu vit við jørð okkara vera trælir hjá Farao! Gev okkum tá frækorn, so vit kunnu liva og ikki doyggja, og jørðin ikki skal leggjast í oyði!"
20 So keypti Jósef Farao alla jørðina í Egyptalandi; tí Egyptarnir seldu hvør jørð sína, av tí at hungursneyðin noyddi teir. Soleiðis varð landið ogn Faraos.
21 Og fólkið gjørdi hann til trælir hansara í øllum Egyptalandi, úr enda í enda.
22 Bert jørðina hjá prestunum keypti hann ikki; tí Farao hevði givið prestunum fastar inntøkur, og teir livdu av teimum føstu inntøkum, Farao hevði givið teimum; tí seldu teir ikki jørð sína.
23 Síðani segði Jósef við fólkið: "Nú havi eg keypt tykkum og jørð tykkara til Farao; hyggið, her hava tit frækorn, sáið nú akrarnar!
24 Men av grøðini skulu tit lata fimting til Farao, og hinar fýra partarnar skulu tit hava til frækorn í akrar tykkara og til føði fyri tykkum og tey, ið hjá tykkum eru, til føði fyri børn tykkara."
25 Tey svaraðu: "Tú eigur lívið í okkum! Lat okkum finna náði fyri eygum harra míns, so skulu vit vera trælir hjá Farao!"
26 - Soleiðis gjørdi Jósef tað til eina viðtøku, sum enn í dag stendur við makt í Egyptalandi, at Farao skal hava fimting; bert jørðin hjá prestunum varð ikki ogn Faraos.
27 Ísrael varð nú búgvandi í Egyptalandi, í landinum Gosen; tey fingu sær ogn har og nørdust og vuksu stórliga í tali.
28 Jákup livdi 17 ár í Egyptalandi, so at aldur Jákups, lívstíð hansara, varð 147 ár.
29 Táið tað nú leið at tíðini, ið Ísrael skuldi doyggja, sendi hann boð eftir Jósefi, syni sínum, og segði við hann: "Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so legg hond tína undir lend mína og lova, at tú skalt vísa mær tann kærleika og ta trúfesti, ikki at jarða meg í Egyptalandi!
30 Nei, táið eg havi lagt meg til hvílu hjá fedrum mínum, skalt tú føra meg burtur úr Egyptalandi og jarða meg í grøv teirra!" Hann svaraði: "Eg skal gera, sum tú sigur!"
31 Men hann segði: "Tú skalt gera mær eið uppá tað!" So gjørdi hann honum eið uppá tað. Tá legði Ísrael seg niður yvir høvdalagið í songini og tilbað.