1 | Tá kundi Jósef ikki halda sær longur fyri øllum teimum, ið hjá honum stóðu, og hann rópti: "Latið øll fara út!" - Tað var soleiðis eingin hjástaddur, táið Jósef segði brøðrum sínum, hvør hann var. |
|
2 | So skar hann í grát, og hann græt so hart, at Egyptarnir hoyrdu tað; og tey hjá Farao fingu tað at vita. |
|
3 | Jósef segði við brøður sínar: "Eg eri Jósef! Livir pápi enn?" Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vóru teir fyri honum. |
|
4 | So segði Jósef við brøður sínar: "Komið higar til mín!" Og táið teir komu til hansara, segði hann: "Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands. |
|
5 | Men nú skulu tit ikki vera ringir um tað ella gremja tykkum um, at tit seldu meg higar; tí til at bjarga lívum hevur Gud sent meg higar undan tykkum. |
|
6 | Nú hevur í tvey ár verið hungursneyð í landinum, og í fimm ár enn skal hvørki verða pløgt ella heystað. |
|
7 | Tí sendi Gud meg undan tykkum, tí Hann vildi lata tykkum eiga eftirkomarar á jørðini, og tí Hann vildi lata tykkum liva - ja, til bjarging fyri mong. |
|
8 | Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, nei, tað er Gud; og Hann hevur sett meg Farao til ein faðir, til harra yvir øllum húsi hansara og til at ráða yvir øllum Egyptalandi. |
|
9 | Skundið tykkum nú heimaftur til pápa og sigið við hann: "Jósef, sonur tín, letur siga: Gud hevur sett meg til harra yvir øllum Egyptalandi; kom oman til mín, drála ikki! |
|
10 | Tú skalt fáa landið Gosen at búgva í og vera nær hjá mær, bæði tú og børn tíni og barnabørn tíni, við smáfæi og neytum tínum og øllum, ið tú hevur. |
|
11 | Eg skal síggja tær til góða har - tí fimm hungursár koma enn - so tú ikki verður útarmaður, tú og hús títt og øll tey, ið hoyra tær til." |
|
12 | - Nú síggja tit við tykkara egnu eygum, bæði tit og Benjamin beiggi, at tað eri eg, ið tosi við tykkum. |
|
13 | Sigið nú pápa frá allari dýrd míni í Egyptalandi og frá øllum tí, ið tit hava sæð, og skundið tykkum at fáa pápa higar!" |
|
14 | So leyp hann um hálsin á bróður sínum Benjamin og græt, og Benjamin græt í ørmum hansara. |
|
15 | Og hann kysti allar brøður sínar og græt við bróst teirra. So tosaðu brøður hansara við hann. |
|
16 | Tað frættist nú hjá Farao, at brøður Jósef vóru komnir, og bæði Farao og tænarum hansara dámdi hetta væl. |
|
17 | Farao segði við Jósef: "Sig við brøður tínar: "Soleiðis skulu tit gera: Leggið á kríatúr tykkara og farið heim til Kána’ansland! |
|
18 | Komið so higar til mín við faðir tykkara og húsfólki tykkara! So skal eg geva tykkum tað besta í Egyptalandi, og tit skulu eta av fitini í landinum." |
|
19 | Eg sigi tí við teg, at tú skalt siga við teir: "Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu úr Egyptalandi taka vagnar við tykkum til børn og konur tykkara, og komið higar við faðir tykkara! |
|
20 | Hugsið einki um tað, ið tit eiga, tí tað besta í øllum Egyptalandi skal hoyra tykkum til!"" |
|
21 | Hetta gjørdu nú synir Ísraels. Og eftir boði Faraos læt Jósef teir fáa vagnar og gav teimum mat við á vegin. |
|
22 | Hann gav teimum ein høgtíðarklædning hvørjum, men Benjamin gav hann 300 seklar av silvuri og 5 høgtíðarklædningar. |
|
23 | Faðir sínum sendi hann 10 esil við tí besta, sum í Egyptalandi var, og 10 esilryssur, ið bóru faðir hansara korn og breyð og mat til ferðakost. |
|
24 | So læt hann brøður sínar fara, og teir hildu avstað; og hann segði við teir: "Klandrist ikki á vegnum!" |
|
25 | Teir fóru nú heim úr Egyptalandi og komu til Kána’ansland, til Jákup, faðir sín. |
|
26 | Og teir bóru honum tíðindi og søgdu: "Jósef livir enn, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi!" - Men hjarta hansara varð verandi kalt, tí hann trúði teimum ikki. |
|
27 | Men táið teir so søgdu honum alt, ið Jósef hevði sagt við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá kom lív í anda Jákups, faðirs teirra, |
|
28 | og Ísrael segði: "Nóg mikið er! Jósef, sonur mín, livir enn! Eg fari avstað at síggja hann, áðrenn eg doyggi!" |
|
|