Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Meðan Amrafel var kongur í Sinear, Arjok í Ellasar, Kedorlaomer í Elam, og Tideal í Gojim,
2 lógu teir í stríði við Bera, kongin í Sodoma, Birsa, kongin í Gomorra, Sineab, kongin í Adma, Semeber, kongin í Zebojim, og kongin í Bela, tað er Zoar.
3 Allir hesir tóku seg saman og fóru til Siddimdal, har sum nú Salthav er.
4 Í 12 ár høvdu teir staðið undir Kedorlaomer, men trettanda árið reistu teir seg ímóti honum.
5 Og fjúrtanda árið komu Kedorlaomer og kongarnir, ið stóðu saman við honum; fyrst vunnu teir Refa’itar í Astarot-Karnajim, Zuzitar í Ham, Emitar í Sjave-Kirjatajim
6 og Horitar á fjalli teirra - Se’ir - til El-Paran, sum er við oyðimørkina;
7 síðani vendu teir og komu til En-Mispat, tað er Kades, og vunnu Amalekitar í øllum landi teirra, somuleiðis Amoritar, ið búðu í Hazazon-Tamar.
8 Tá fóru teir út, kongarnir í Sodoma, Gomorra, Adma, Zebojim og Bela, tað er Zoar, og í Siddimdali fylktu teir seg til bardaga
9 við Kedorlaomer, kongin í Elam, Tideal, kongin í Gojim, Amrafel, kongin í Sinear, og Arjok, kongin í Ellasar - 4 kongar móti 5.
10 Men Siddimdalur var fullur av jarðbiksholum, og kongarnir í Sodoma og Gomorra, sum noyddust at halda undan, duttu í tey, men teir, ið eftir vóru, flýddu til fjals.
11 So tóku teir alt góðsið í Sodoma og Gomorra og alt etandi, ið har var, og fóru so haðani.
12 Eisini Lot, bróðurson Ábram, tóku teir við sær, táið teir fóru avstað, hann og alt tað, ið hann átti - hann búði jú í Sodoma.
13 Ein, ið flýddur var, kom nú og segði tað fyri Ábrami Hebreara; hann búði við eikilundina, ið Mamre Amoritur átti - Mamre var bróðir Eskol og Aner, og teir høvdu allir sáttmála við Ábram.
14 Táið Ábram nú frætti, at skyldmaður hansara var tikin til fanga, vápnaði hann tænarar sínar, 318 royndar menn, føddar í húsi hansara, og helt eftir teimum líka til Dan.
15 Har býtti hann menn sínar sundur, leyp um náttina á teir, hann og menn hansara, og vann teir, og elti teir síðani líka til Hoba, norðan fyri Damaskus.
16 Alt góðsið tók hann aftur; eisini Lot, skyldmann sín, og alt tað, ið hann átti, hevði hann aftur við sær, somuleiðis kvinnurnar og alt hitt fólkið.
17 Táið hann nú kom aftur eftir at hava vunnið sigur á Kedorlaomer og kongunum, ið stóðu saman við honum, tá fór kongurin í Sodoma út ímóti honum til Sjavedal, tað er Kongadal.
18 Og Melkizedek, kongurin í Salem, prestur hjá Gudi hinum Hægsta, kom við breyði og víni
19 og signaði hann við hesum orðum: "Signaður veri Ábram av Gudi hinum Hægsta, sum eigur himmal og jørð!
20 Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!" - Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum.
21 Kongurin í Sodoma segði nú við Ábram: "Lat meg fáa fólkið, og hav tú góðsið!"
22 Men Ábram svaraði konginum í Sodoma: "Til HARRAN, Gud hin Hægsta, sum eigur himmal og jørð, lyfti eg hond mína og vitni,
23 at ikki so mikið sum ein tráð ella eina skóreim taki eg av øllum tí, ið títt er! Tú skalt ikki siga: "Eg havi gjørt Ábram ríkan!"
24 Eg vil einki hava - einki uttan tað, ið menn mínir hava etið! Og tað, ið lutast monnunum, ið við mær hava verið, Aner, Eskol og Mamre - lat teir taka sín part!"