Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 43
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Táið tey nú høvdu brúkt upp kornið, ið teir høvdu verið í Egyptalandi eftir, segði faðir teirra við teir: "Farið avstað aftur og keypið okkum eitt sindur av korni!"
2 Men Juda svaraði honum: "Maðurin segði so heilt avgjørt við okkum: "Tit koma mær ikki fyri eygu aftur, uttan bróðir tykkara er við!"
3 - so letur tú beiggja koma við okkum, so skulu vit fara hagar at keypa tær korn;
4 men letur tú hann ikki koma við, so fara vit ikki hagar, tí maðurin segði við okkum: "Tit koma mær ikki fyri eygu, uttan bróðir tykkara er við!""
5 Tá segði Ísrael: "Hví gjørdu tit illa við meg, at siga manninum, at tit áttu ein annan beiggja?"
6 Teir svaraðu: "Maðurin spurdi okkum gjølla, bæði um okkum og ætt okkara, og segði: "Livir faðir tykkara enn? Eiga tit nakran annan bróður?" - Og vit svaraðu, eftir sum hann spurdi - kundu vit vita, at hann fór at siga: "Komið við bróður tykkara higar!""
7 Juda segði nú við Ísrael, faðir sín: "Lat drongin koma við mær! So gera vit okkum til og fara avstað, so vit kunnu bjarga lívinum og ikki doyggja, bæði vit og tú og børn okkara.
8 Eg svari fyri hann; av hond míni kanst tú krevja hann; havi eg hann ikki við aftur til tín og leiði hann fram fyri andlit títt, so skal eg vera ein skuldari fyri tær allar dagar mínar!
9 - Høvdu vit ikki drálað, so kundu vit nú verið aftur tvær ferðir!"
10 Tá segði Ísrael, faðir teirra, við teir: "Kann nú ikki annað vera, so gerið tá, sum eg sigi: Latið í sekkir tykkara nakað av tí besta, ið landið gevur, og havið tað við til mannin sum gávu - eitt sindur av balsam, eitt sindur av hunangi, kryddurtir, ladanum, pistasiunøtir og mandlur.
11 Og takið dupult av peningi við tykkum, so at tit hava tann peningin við aftur, sum lá ovastur í sekkjum tykkara - tað var kanska av misgáum!
12 Havið so bróður tykkara við, og gerið tykkum til og farið aftur til mannin!
13 Gud hin Alvaldi lati tykkum finna miskunn hjá manninum, so hann letur hin bróður tykkara og Benjamin sleppa heimaftur við tykkum! Og eg - skal eg vera barnleysur, so lat meg vera barnleysan!"
14 Menninir tóku nú hesa gávu og dupult av peningi við sær; eisini Benjamin tóku teir við, gjørdu seg til, fóru til Egyptalands og stigu fram fyri Jósef.
15 Táið Jósef sá Benjamin saman við teimum, segði hann við tann, ið stóð fyri húsi hansara: "Lat hasar menn koma inn hjá mær, lat slakta og eina máltíð gera til, tí teir skulu eta døgurða við mær!"
16 Maðurin gjørdi, sum Jósef segði, og fór við monnunum inn í hús Jósefs.
17 Men menninir vórðu ræddir, táið farið varð við teimum inn hjá Jósefi, og teir søgdu: "Tað man vera fyri peningin, ið hina ferðina kom aftur í sekkjum okkara, at farið verður við okkum higar inn - nú ætlar hann at gera seg inn á okkum og yvirfalla okkum og gera okkum til trælir og taka esil okkara!"
18 Teir fóru tí til mannin, ið stóð fyri húsi Jósefs, og talaðu við hann við dyrnar á húsinum
19 og søgdu: "Hoyr okkum, harri! Vit hava einaferð áður verið her og keypt korn;
20 og táið vit komu til herbergið og loystu av sekkjum okkara, tá lá peningurin hjá hvørjum okkara ovastur í sekki hansara, peningur okkara eftir fullu vekt síni; men nú hava vit havt hann við okkum aftur,
21 og vit tóku annan pening við okkum at keypa korn fyri. Vit vita ikki, hvør ið hevur lagt peningin í sekkir okkara."
22 Men hann svaraði: "Verið tit bert óræddir, óttist ikki! Gud tykkara og Gud faðirs tykkara hevur givið tykkum ein skatt í sekkir tykkara - pening tykkara havi eg fingið!" - So leiddi hann Símeon út til teirra.
23 Maðurin fór nú við teimum inn í húsið hjá Jósefi og fekk teimum vatn at vaska sær um føturnar í og fóður til eslini.
24 So løgdu teir gávuna til rættis, inntil Jósef var væntandi til hús um middagin, tí teir høvdu hoyrt, at teir skuldu eta har.
25 Táið so Jósef kom inn, bóru teir honum gávuna, ið teir høvdu við, og teir kastaðu seg til jarðar fyri honum.
26 Hann heilsaði teimum og spurdi: "Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu um? Livir hann enn?"
27 Teir svaraðu: "Ja, tænara tínum faðir okkara veit væl við, hann livir enn!" - Og teir boygdu seg og kastaðu seg niður fyri honum.
28 Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann, segði hann: "Hetta er so hin yngsti bróðir tykkara, ið tit tosaðu við meg um?" Og hann segði: "Gud signi teg, sonur mín!"
29 So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum; hann leitaði sær eitt stað, har hann fekk grátið, og fór inn í kamar sítt og græt har.
30 So vaskaði hann sær um andlitið og fór út aftur; hann helt sær nú og segði: "Komið við matinum!"
31 Nú varð maturin borin inn, til hansara fyri seg, til teirra fyri seg, og til Egyptarnar, ið hjá honum ótu, fyri seg; tí Egyptar kunnu ikki eta saman við Hebrearum - tað er teimum andstygd.
32 Teir vórðu sessaðir beint yvir av honum, eftir aldri, hin elsti ovastur, og hin yngsti niðastur; tá undraðust menninir og hugdu hvør upp á annan.
33 Og hann læt bera teimum mat av sínum egna borði; Benjamin fekk fimm ferðir so mikið sum hvør av hinum. So drukku teir, og drukku seg glaðar saman við honum.