Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 HARRIN segði við Ábram: "Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns - til landið, ið Eg skal vísa tær!
2 Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.
3 Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar."
4 Ábram fór tá avstað, sum HARRIN hevði sagt við hann, og Lot fór við honum. Ábram var 75 ár, táið hann fór úr Karan.
5 Ábram tók Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og alt tað, ið teir áttu - sum teir høvdu savnað sær - og fólkið, ið teir høvdu fingið sær í Karan; og tey fóru avstað og tóku leiðina móti Kána’anslandi - og komu til Kána’ansland.
6 Ábram ferðaðist nú gjøgnum landið, líka til tað heilaga staðið í Sikem, til eikina More. - Tá búðu Kána’anitar har í landinum.
7 Men HARRIN opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: "Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!" Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum.
8 Síðani fór hann haðani og fór til fjøllini eystan fyri Betel; har reisti hann tjald sítt, so hann hevði Betel vestanfyri og Ai eystanfyri. Og hann reisti har HARRANUM altar og ákallaði navn HARRANS.
9 Haðani flutti Ábram seg so við og við móti Suðurlandinum.
10 Nú kom hungursneyð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har sum fremmandur, við tað at hungursneyðin var so svár í landinum.
11 Táið nú ikki var langt eftir hjá honum til Egyptalands, segði hann við Sárai, konu sína: "Eg veit, tú ert ein vøkur kvinna.
12 Táið nú Egyptar fáa at síggja teg og hugsa, at tú ert kona mín, so drepa teir meg og lata teg liva.
13 Sig tí, at tú ert systir mín - so mær kann gangast væl, og lív mítt kann verða spart fyri tína skuld!"
14 Táið Ábram nú kom til Egyptalands, sóu Egyptar, at hon var sera vøkur kvinna.
15 Høvdingar Faraos sóu hana og høvdu tað á orði fyri Farao; so varð kvinnan tikin og førd til hús Faraos.
16 Men við Ábram gjørdi hann væl fyri hennara skuld; hann fekk smáfæ, neyt og esil, trælir og trælkvinnur, esilryssur og kamelar.
17 Men HARRIN sló Farao og hús hansara við svárum plágum fyri Sárai skuld, konu Ábram.
18 Tá sendi Farao boð eftir Ábrami og segði: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti mær! Hví lætst tú meg ikki vita, at hon er kona tín?
19 Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Hygg, her hevur tú konu tína! Tak hana og far!"
20 Og Farao segði við menn sínar, at teir skuldu fylgja honum á veg, honum og konu hansara og øllum, ið hann átti.