Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Hungursneyð kom nú í landinum - sum hina ferðina, á døgum Ábrahams; tá fór Ísakur til filistarakongin Abimelek í Gerar.
2 Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær!
3 Búgv sum fremmandur her í landinum, so skal Eg vera við tær og signa teg! Tí tær og avkomi tínum gevi Eg øll hesi lond; Eg skal halda eiðin, ið Eg svór Ábrahami, faðir tínum.
4 Eg skal gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og geva avkomi tínum øll hesi lond, og í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað
5 - aftur fyri at Ábraham lurtaði eftir Mær og helt alt tað, ið Eg álegði honum at halda, boð, fyriskipanir og lógir Mínar."
6 So varð Ísakur búgvandi í Gerar.
7 Táið nú menninir har á plássinum spurdu hann um konu hansara, segði hann: "Hatta er systir mín." - Hann tordi ikki at siga, at hon var kona hansara, tí hann óttaðist fyri, at menninir har á plássinum skuldu drepa hann fyri Rebekku skuld; tí hon var ógvuliga vøkur.
8 Men táið hann nú hevði verið har nakað leingi, bar so á, at einaferð ið Abimelek, filistarakongurin, hugdi út um vindeygað, sá hann Ísak ynda Rebekku, konu sína.
9 Tá sendi Abimelek boð eftir Ísaki og segði: "Hon er jú kona tín! Hvussu kundi tú tá siga, at hon var systir tín!" Ísakur svaraði: "Jú, eg hugsaði, at eg kundi koma at lata lív fyri hennara skuld."
10 Men Abimelek segði: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti okkum! Hvussu skjótt kundi tað ikki hent, at onkur av fólkinum hevði ligið hjá konu tíni, og tú soleiðis hevði ført skyld yvir okkum!"
11 So gav Abimelek øllum fólkinum hetta boð: "Tann, ið nemur henda mann ella konu hansara, skal bøta við lívinum!"
12 Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið 100 fold; tí HARRIN signaði hann.
13 Hann varð soleiðis ein ríkur maður, og ríkidømi hansara vaks og vaks, so hann til endan var ómetaliga ríkur.
14 Hann átti so nógv av smáfæi og neytum og trælum, at Filistarar øvundaðu hann.
15 Allar brunnarnar, ið tænarar faðirs hansara høvdu grivið, meðan Ábraham, faðir hansara, livdi, teir tiptu Filistarar og fyltu teir við mold.
16 Abimelek segði við Ísak: "Far hiðani frá okkum, tí tú ert vorðin okkum ov sterkur!"
17 So fór Ísakur haðani og reisti tjøld síni í Gerardali og varð búgvandi har.
18 Ísakur læt grava upp úr aftur brunnunum, ið grivnir vóru, meðan Ábraham, faðir hansara, livdi, men sum Filistarar høvdu tipt, eftir at Ábraham var deyður, og hann gav teimum somu nøvn, sum faðir hansara hevði givið teimum.
19 Táið nú tænarar Ísaks gróvu í dalinum, komu teir á ein brunn við rennandi vatni.
20 Men hirðarnir í Gerar gjørdu seg inn á hirðar Ísaks og søgdu: "Hetta vatnið eiga vit!" - Tí gav hann brunninum navnið Esek, tí har klandraðust teir við hann.
21 So gróvu teir ein annan brunn; men eisini hann klandraðust teir um; hann gav honum tí navnið Sitna.
22 Tá flutti hann haðani og læt grava ein brunn enn, og um hann varð einki klandur. Hann gav honum tí navnið Rehobot og segði: "Nú hevur HARRIN givið okkum rúm, so vit kunnu vaksa í tali í landinum!"
23 So fór hann haðani til Be’erseba.
24 Somu nátt opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: "Eg eri Gud Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí Eg eri við tær, og Eg skal signa teg og lata avkom títt verða nógv í tali - fyri Ábrahams, tænara Míns, skuld."
25 Tá reisti Ísakur altar har og ákallaði navn HARRANS; har reisti hann tjald sítt, og tænarar hansara gróvu brunn har.
26 Abimelek kom nú til hansara úr Gerar, hann og Ahuzzat, vinur hansara, og Pikol, herhøvdingi hansara.
27 Tá segði Ísakur við teir: "Hví koma tit til mín, tit, ið hata meg og hava rikið meg burtur frá tykkum?"
28 Teir svaraðu: "Vit síggja skiliga, at HARRIN er við tær; tí siga vit: Tað er best, at vit svørja hvør øðrum eið, vit og tú, og lat okkum gera sáttmála við teg,
29 at tú einki ilt skalt gera okkum, eins og vit einki mein hava gjørt tær, men bert hava gjørt tær gott og hava latið teg fara í friði. - Tú ert nú hin signaði HARRANS!"
30 So gjørdi hann gestaboð fyri teimum, og teir ótu og drukku.
31 Tíðliga morgunin eftir gjørdu teir hvør øðrum eið; so læt Ísakur teir fara, og teir fóru frá honum í friði.
32 Sama dagin komu tænarar Ísaks og søgdu honum frá brunninum, ið teir høvdu grivið, og teir søgdu: "Vit hava funnið vatn!"
33 Og hann gav honum navnið Siba. - Tí eitur býurin Be’erseba enn í dag.
34 Táið Esau var 40 ár, tók hann sær til konur Judit, dóttur Hetitin Be’eri, og Basmat, dóttur Hetitin Elon.
35 - Tað var Ísaki og Rebekku ein hjartasorg.