Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Táið Ábram var 99 ár, opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: "Eg eri Gud hin Alvaldi, liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi!
2 Eg geri sáttmála millum Meg og teg, og Eg skal lata avkom títt nørast ómetaliga."
3 Tá fall Ábram á andlit sítt. Og Gud talaði við hann og segði:
4 "Eg geri sáttmála við teg, og tú skalt verða faðir at nógvum fólkasløgum.
5 Tú skalt tí ikki longur eita Ábram; nei, Ábraham skal vera navn títt; tí Eg geri teg til faðir at nógvum fólkasløgum.
6 Eg skal lata teg nørast ómetaliga, so tú verður til fólkasløg; og kongar skulu koma av tær.
7 Mín sáttmála geri Eg millum Meg og teg og avkom títt eftir teg, mann eftir mann, ævigan sáttmála, at Eg skal vera Gud tín og Gud avkoms tíns eftir teg.
8 Og Eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg landið, ið tú býrt í sum fremmandur, alt Kána’ansland, til æviga ogn, og Eg skal vera Gud teirra."
9 Síðani segði Gud við Ábraham: "Tú skalt eisini halda sáttmála Mín, tú og avkom títt eftir teg, mann eftir mann.
10 Hetta er sáttmálin millum Meg og tykkum og avkom títt eftir teg, sum tit skulu halda: Alt mannkyn hjá tykkum skal verða umskorið.
11 Tit skulu umskera yvirhúð tykkara, og tað skal vera sáttmálatekinið millum Meg og tykkum.
12 Átta dagar gamalt skal hvørt dreingjabarn hjá tykkum verða umskorið, mann eftir mann, bæði tann, ið føddur er heima, og tann, ið er keyptur fyri pening frá onkrum fremmandum fólki og ikki er av avkomi tínum.
13 Umskerast skulu bæði tann, ið føddur er í húsi tínum, og tann, ið keyptur er fyri pening tín. Soleiðis skal sáttmáli Mín vera á holdi tykkara - ævigur sáttmáli.
14 Men ein óumskorin av mannkyni, ein, hvørs yvirhúð ikki er umskorin, hann skal verða týndur úr fólki sínum; hann hevur brotið sáttmála Mín!"
15 Framvegis segði Gud við Ábraham: "Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai - Sára skal vera navn hennara.
16 Eg skal signa hana, og Eg skal eisini geva tær son við henni; ja, Eg skal signa hana, og hon skal verða til fólkasløg - kongar yvir fólkasløgum skulu koma av henni!"
17 Tá fall Ábraham á andlit sítt og læði, og hann segði í hjarta sínum: "Skal ein hundraðára gamal fáa børn! Og skal Sára, sum er 90 ár, eiga!"
18 Ábraham segði tí við Gud: "Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!"
19 Men Gud segði: "Nei! Sára, kona tín, skal eiga tær son, og hann skalt tú kalla Ísak; við hann skal Eg gera sáttmála Mín - ævigan sáttmála, sum skal galda fyri avkom hansara eftir hann.
20 Og viðvíkjandi Ísmael, so havi eg bønhoyrt teg - Eg skal signa hann og lata hann nørast og geva honum eitt ómetaligt avkom: tólv høvdingar skal hann fáa til synir, og Eg skal gera hann til eitt stórt fólk.
21 Men sáttmála Mín geri Eg við Ísak, sum Sára skal eiga tær um hesa tíðina næsta ár."
22 Táið Gud nú var liðugur at tala við Ábraham, fór Hann upp frá honum.
23 Sama dag tók Ábraham Ísmael, son sín, og allar teir, ið vóru føddir í húsi hansara, og allar teir, ið vóru keyptir fyri pening hansara - alt mannkyn av fólkinum í húsi Ábrahams - og umskar yvirhúð teirra, soleiðis sum Gud hevði sagt við hann.
24 Ábraham var 99 ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin.
25 Ísmael, sonur hansara, var 13 ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin.
26 Henda sama dagin vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir.
27 Og allir menn í húsi hansara, bæði teir, ið føddir vóru heima, og teir, ið keyptir vóru fyri pening frá fremmandum fólkum, vórðu umskornir við honum.