Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 34
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Einaferð ið Dina, dóttirin, ið Jákup hevði við Leu, fór út at síggja døturnar í landinum,
2 sá Sikem, sonur Hevitin Hamor, høvdingan í landinum, hana, og hann tók hana og lá hjá henni og neyðtók hana.
3 Og hjarta hansara varð fast bundið til Dinu, dóttur Jákup; hann elskaði gentuna og talaði vinsamliga við hana.
4 So segði Sikem við Hamor, faðir sín: "Fá mær hasa gentuna til konu!"
5 - Jákup fekk nú at hoyra, at hann hevði vanært Dinu, dóttur hansara; men við tað at synir hansara tá vóru úti á markini við fænum, tagdi Jákup, inntil teir komu aftur.
6 Hamor, faðir Sikem, fór so til Jákup at tosa við hann.
7 Men synir Jákup fingu at frætta hetta, og teir komu tá heimaftur av markini; menninir vóru ógvuliga ringir og illir, tí hann hevði gjørt skemdarverk í Ísrael við at liggja hjá dóttur Jákup; slíkt átti ikki at verða gjørt.
8 Hamor tosaði við teir og segði: "Hjartað í Sikem, syni mínum, er fast bundið til dóttur tykkara - latið hann fáa hana til konu!
9 Og svágið tykkum við okkum - gevið okkum døtur tykkara, og giftist tit við døtrum okkara.
10 Verðið búgvandi hjá okkum - landið skal standa tykkum opið - búgvið her og ferðist um og fáið tykkum ogn her!"
11 Og Sikem segði við faðir hennara og brøður hennara: "Latið meg finna náði fyri eygum tykkara! Hvat tit so krevja av mær, tað skal eg geva.
12 Leggið á, so nógv sum tit vilja, brúðarkeyp og aðrar gávur - eg skal lata tað, ið tit vilja hava, bert tit vilja geva mær gentuna til konu!"
13 Tá svaraðu synir Jákup Sikem og faðir hansara, Hamor, við svikafullum orðum - við tað at hann hevði vanært Dinu, systur teirra.
14 Teir søgdu við teir: "Tað kunnu vit ikki gera, at geva einum óumskornum manni systur okkara - tað hevði verið okkum skomm.
15 Tey kor seta vit tykkum, fyri at vera tykkum til vildar, at tit verða sum vit og lata allar av mannkyni hjá tykkum umskera.
16 So skulu vit geva tykkum døtur okkara, giftast við døtrum tykkara og verða búgvandi hjá tykkum, so at vit verða eitt fólk.
17 Men lurta tit ikki eftir okkum og lata tykkum umskera, so taka vit systur okkara og fara leið okkara!"
18 Teimum dámdi væl tað, ið teir søgdu, bæði Hamor og Sikem, syni Hamor.
19 Hesin ungi maður drálaði ikki við at gera hetta; tí hann var so góður við dóttur Jákup, og hann var tann, ið mest hevði at siga í húsi faðirs síns.
20 So fóru Hamor og sonur hansara Sikem út í portrið í býi sínum og søgdu soleiðis við menninar í býnum:
21 "Hesir menn eru okkum friðarliga sintir; latið teir tí búseta seg her og ferðast frítt um í landinum - landið er jú nóg rúmsátt til teirra! Vit skulu giftast við døtrum teirra og geva teimum døtur okkara.
22 Men tey kor seta teir okkum fyri at vera okkum til vildar og búgva hjá okkum, so vit verða eitt fólk, at alt mannkyn hjá okkum letur seg umskera, soleiðis sum teir eru umskornir.
23 Fylgi teirra, góðs teirra og alt fæ teirra - verður tað ikki alt okkara, táið vit bert eru teimum til vildar, so teir verða búgvandi hjá okkum!"
24 Teir aktaðu nú Hamor og son hansara Sikem, allir teir, ið áttu heima í býi hansara; alt mannkyn, allir, ið áttu heima í býi hansara, lótu seg umskera.
25 Men triðja dagin - táið teir høvdu sárfepur - tóku Símeon og Levi, báðir synir Jákup, brøður Dinu, hvør sítt svørð og herjaðu á býin, uttan at nakar vardi ilt, og drópu alt mannkyn.
26 Eisini Hamor og Sikem, son hansara, drópu teir við svørði, tóku Dinu úr húsi Sikems og fóru so avstað.
27 So løgdust synir Jákup á teir falnu og rændu býin, aftur fyri at systir teirra var vanærd.
28 Teir tóku smáfæið, neytini og eslini hjá teimum, bæði tað, sum í býnum var, og tað, ið úti á markini var.
29 Og alt góðs teirra, øll børn teirra og allar kvinnur teirra tóku teir við sær sum herfong, og rændu alt tað, sum í húsunum var.
30 Tá segði Jákup við Símeon og Levi: "Tit hava gjørt mær stóra vanlukku! Tit hava gjørt, at eg eri komin í ringt orð hjá fólkinum, sum býr í landinum, Kána’anitum og Perizitum, og menn mínir eru so fáir; manna teir seg ímóti mær, so drepa teir meg, og bæði eg og hús mítt ganga til grundar!"
31 Men teir svaraðu: "Skuldi hann sleppa at bera seg at við systur okkara sum við skøkju!"