Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Soleiðis fullførdust himmalin og jørðin og allur herur teirra.
2Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.
3Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.
4Hetta er søgan um himmal og jørð, táið tey vórðu skapt, tann dag ið Gud HARRIN gjørdi jørð og himmal:
5Enn var á jørðini eingin runnur á markini, og ongar urtir vóru enn vaksnar upp á markini; tí Gud HARRIN hevði ikki latið regna á jørðini, og einki menniskja var at dýrka jørðina.
6Tá steig toka upp úr jørðini og vatnaði alla markina.
7Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
8Síðani plantaði Gud HARRIN urtagarð í Eden, úti eysturi, og har setti Hann menniskjað, sum Hann hevði myndað.
9Gud HARRIN læt upp av jørðini vaksa alskyns trø, sum vóru eygunum ein lystur og góð at eta av, eisini træ lívsins, sum stóð mitt í urtagarðinum, og træið til kunnskap um gott og ilt.
10Ein á rann út úr Eden; hon vatnaði urtagarðin, og síðani skilti hon seg sundur í fýra høvuðsgreinar.
11Hin fyrsta eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa.
12Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur.
13Onnur áin eitur Gihon; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Kus.
14Triðja áin eitur Hiddekel; tað er hon, ið rennur eystan fyri Assur. Fjórða áin er Frat.
15 So tók Gud HARRIN Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann.
16 Gud HARRIN gav Ádami hetta boð: "Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum
17 uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja."
18 Gud HARRIN segði nú: "Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum."
19 Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara.
20 Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum.
21 Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi.
22 Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam.
23 Tá segði Ádam: "Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin."
24 Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
25 - Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara; men tey blúgvaðust ikki.