Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Sára varð 127 ár; so gomul varð Sára.
2 Sára doyði í Kirjat-Arba, tað er Hebron, í Kána’anslandi, og Ábraham fór og helt syrgihøgtíð fyri Sáru og græt um hana.
3 Síðani reistist Ábraham og fór frá síni deyðu; og hann segði soleiðis við Hetitar:
4 "Eg eri fremmandur og útlendingur hjá tykkum; men latið meg fáa eitt gravstað at eiga hjá tykkum, so eg fái borið mína deyðu burtur og jarðað hana."
5 Tá svaraðu Hetitar Ábrahami:
6 "Hoyr okkum, harri! Tú ert jú ein høvdingi Guds millum okkara; jarða tú tína deyðu í bestu grøv okkara! Ikki ein av okkum sýtir tær grøv sína at jarða tína deyðu í!"
7 Men Ábraham reistist og boygdi seg fyri Hetitum, monnunum har á staðnum,
8 og segði við teir: "Er tað so, at tit samtykkja í, at eg beri mína deyðu burtur og jarði hana, so gerið so væl og leggið eitt gott orð inn fyri meg hjá Efroni, syni Zohar,
9 at hann letur meg fáa Makpelahelli, sum hann eigur, og sum er ytst í mark hansara - hann skal selja mær tað fyri fult virði, meðan tit eru til steðar, til gravstað at eiga."
10 Efron sat har millum Hetitar. Efron, Hetiturin, svaraði Ábrahami, so Hetitar hoyrdu, allir teir, ið hoyrdu heima í býi hansara:
11 "Nei, harri! Hoyr meg: Eg gevi tær markina; og hellið, sum í henni er, gevi eg tær við; fyri eygunum á landsmonnum mínum gevi eg tær hana - jarða tú tína deyðu!"
12 Tá boygdi Ábraham seg fyri fólkinum har á staðnum
13 og segði við Efron, so menninir har á staðnum hoyrdu: "Hevði tú bert viljað lurtað eftir mær: Eg lati teg fáa tað, ið markin er verd - tak tað tó frá mær og lat meg jarða mína deyðu har!"
14 Tá svaraði Efron Ábrahami:
15 "Harri, hoyr meg: Jørð fyri 400 seklar av silvuri, hvat er tað okkara millum! Jarða tú tína deyðu!"
16 Ábraham skilti Efron; hann vigaði honum silvurið, ið hann hevði nevnt, meðan Hetitar hoyrdu, 400 seklar av silvuri, sum gingu í handli.
17 Soleiðis varð mark Efrons í Makpela, beint yvir av Mamre, bæði markin og hellið, sum í henni var, og øll trøini, sum á markini vóru, so langt sum hon rakk allar vegir - tað var givið
18 Ábrahami í ogn, meðan Hetitar vóru hjástaddir, allir teir, ið hoyrdu heima í býi hansara.
19 Síðani jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum Makpelamark, beint yvir av Mamre, tað er Hebron, í Kána’anslandi.
20 Markin og hellið í henni varð soleiðis av Hetitum givið Ábrahami í ogn sum gravstað.