Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 So fór Jákup aftur til gongu; og hann kom til Eysturlands.
2 Har fekk hann at síggja brunn á markini, og hjá honum lógu trý fylgi av smáfæi; tí tey góvu fylgjunum vatn úr hesum brunni. Steinurin, ið lá aftur yvir munnan á brunninum, var stórur.
3 Tí plagdu tey at reka øll fylgini saman hagar; tá fyrsta varð steinurin veltur frá munnanum á brunninum, og táið so smáfæið hevði fingið vatn, varð steinurin lagdur aftur á stað sítt, yvir munnan á brunninum.
4 Jákup spurdi teir: "Hvaðani eru tit, brøður mínir?" Teir svaraðu: "Vit eru úr Karan."
5 Tá spurdi hann teir: "Kenna tit Laban, son Nakor?" Teir svaraðu: "Ja, hann kenna vit."
6 Hann spurdi teir: "Veit honum væl við?" Teir svaraðu: "Ja, honum veit væl við - hygg, har kemur Rakul, dóttir hansara, við smáfænum!"
7 Men hann segði: "Tað er jú alljósur dagur enn, tað er ov tíðliga at reka fæið saman! Brynnið smáfænum og latið tað leggjast aftur at eta!"
8 Teir svaraðu: "Tað kunnu vit ikki, fyrrenn øll fylgini eru rikin saman, og steinurin er veltur frá munnanum á brunninum; tá brynna vit smáfænum."
9 Meðan hann soleiðis stóð og tosaði við teir, var Rakul komin hagar við smáfænum hjá faðir sínum; tí hon plagdi at sita hjá tí.
10 Táið Jákup sá Rakul, dóttur Laban, mammubeiggja sín, og smáfæið, ið mammubeiggi hansara átti, fór hann og velti steinin frá munnanum á brunninum og brynti smáfæi Labans, mammubeiggja síns.
11 So kysti hann Rakul og skar í at gráta.
12 Jákup segði Rakul, at hann var skyldmaður faðirs hennara, at hann var sonur Rebekku; tá leyp hon avstað og segði faðir sínum tað.
13 Táið nú Laban hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum, fevndi hann og kysti hann og fór heim til hús við honum. Hann segði tá Laban alt tað, ið hent hevði;
14 og Laban segði: "Ja, tú ert bein og hold mítt!" Hann varð nú hjá honum ein mánað ella so.
15 Tá segði Laban við Jákup: "Skalt tú tæna mær fyri einki, fyri tað at tú ert skyldmaður mín! Sig mær, hvat tú vilt hava í løn!"
16 - Nú átti Laban tvær døtur; tann eldra æt Lea, tann yngra Rakul.
17 Eygu Leu vóru deydlig, men Rakul var vælvaksin og vøkur í útsjónd.
18 Jákup elskaði Rakul; tí segði hann: "Eg skal tæna hjá tær sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína!"
19 Laban svaraði: "Eg lati fyrr teg fáa hana enn ein fremmandan - verð bert hjá mær!"
20 So tænti Jákup sjey ár fyri Rakul, og tey vóru honum sum nakrir fáir dagar - tí hann elskaði hana.
21 Tá segði Jákup við Laban: "Lat meg nú fáa konu mína, tí tíð mín er úti, og eg vil fara inn til hennara!"
22 So beyð Laban øllum fólkinum har á plássinum og gjørdi gestaboð.
23 Men táið kvøldið kom, tók hann dóttur sína Leu og leiddi hana inn til hansara, og hann fór inn til hennara.
24 Laban gav dóttur síni Leu trælkvinnu sína Zilpu til trælkvinnu.
25 Men um morgunin - nú var tað Lea! Tá segði Jákup við Laban: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Er tað ikki fyri Rakul, eg havi tænt hjá tær! Hví hevur tú svikið meg?"
26 Laban svaraði: "Tað er ikki siður her hjá okkum at geva ta yngru burt áðrenn ta eldru.
27 Men lat nú brúdleypsvikuna hjá hesi ganga - so skulu vit eisini geva tær hina, aftur fyri at tú tænir hjá mær sjey ár enn!"
28 Í hesum samtykti Jákup; og táið brúdleypsvikan var at enda, gav Laban honum dóttur sína Rakul til konu.
29 Laban gav dóttur síni Rakul trælkvinnu sína Bilhu til trælkvinnu.
30 So fór hann eisini inn til Rakul, og hann var betri við hana enn við Leu. Hann tænti so hjá Laban sjey ár aftrat.
31 Táið HARRIN sá, at Lea var forfjónað, opnaði hann móðurlív hennara, men Rakul var ófruktbør.
32 So varð Lea við barn og átti son, og hon gav honum navnið Ruben; tí hon segði: "HARRIN hevur sæð til vanlukku mína; nú fer maður mín at vera góður við meg!"
33 Hon varð aftur við barn og átti son, og hon segði: "HARRIN hoyrdi, at eg var forfjónað; tí gav hann mær eisini henda sonin!" - Tí gav hon honum navnið Símeon.
34 Uppaftur varð hon við barn og átti son, og hon segði: "Nú man maður mín tá endiliga fara at halda seg til mín, við tað at eg havi átt honum tríggjar synir!" - Tí gav hon honum navnið Levi.
35 Eina ferð enn varð hon við barn og átti son, og hon segði: "Nú prísi eg HARRANUM!" Tí gav hon honum navnið Juda. - So helt hon uppat at fáa børn.