1 | Um hesa tíðina fór Juda frá brøðrum sínum og fór at halda saman við manni úr Adullam, sum æt Hira. |
|
2 | Har sá Juda dóttur kána’anitiskan mann, sum æt Sua, og hann tók hana til konu og fór inn til hennara. |
|
3 | Hon varð við barn og átti son, sum hon gav navnið Er. |
|
4 | So varð hon uppaftur við barn og átti son, sum hon gav navnið Onan. |
|
5 | Hon átti ein son enn, og honum gav hon navnið Sela; táið hon átti hann, var Juda í Kezib. |
|
6 | Juda tók nú Er, hinum frumborna sínum, konu; hon æt Tamar. |
|
7 | Men HARRANUM líkaði ikki Er, hin frumborna hjá Juda; tí læt HARRIN hann doyggja. |
|
8 | Tá segði Juda við Onan: "Far inn til bróðurkonu tína og tak hana til ekta í bróður tíns stað og reis bróður tínum avkom upp!" |
|
9 | Men við tað at Onan vitsti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann, hvørja ferð hann gekk inn til bróðurkonu sína, sáðið spillast á jørðina - fyri ikki at fáa bróður sínum avkom. |
|
10 | Men hetta, ið hann gjørdi, var ónt í eygum HARRANS; tí læt Hann eisini hann doyggja. |
|
11 | Tá segði Juda við Tamar, sonarkonu sína: "Sit einkja heima hjá faðir tínum, inntil sonur mín Sela kemur til!" - Tí hann óttaðist fyri, at eisini hann skuldi doyggja, eins og brøður hansara. So fór Tamar heim og varð verandi hjá faðir sínum. |
|
12 | Táið nú long tíð var gingin, doyði dóttir Sua, kona Juda. Táið syrgitíðin var úti, fór Juda til Timna, til teir, ið royttu seyð hansara; vinur hansara, Hira úr Adullam, fór við honum. |
|
13 | Men táið Tamar fekk at vita, at verfaðir hennara var á veg til Timna at royta seyð sín, |
|
14 | læt hon seg úr einkjuklæðunum, fór í eitt slør, ballaði tað um seg og setti seg so við portrið í Enajim, við vegin til Timna; tí hon sá, at hon varð ikki givin Sela til konu, tóat hann nú var tilkomin. |
|
15 | Táið Juda nú sá hana, helt hann hana vera skøkju - við tað at hon hevði fjalt andlit sítt. |
|
16 | Hann fór tá av vegnum og fór yvir til hennara og segði: "Kom, lat meg koma inn til tín!" - Hann vitsti ikki, at tað var sonarkona hansara. Men hon svaraði: "Hvat gevur tú mær fyri at koma inn til mín?" |
|
17 | Hann segði: "Eg skal senda tær eitt geitarlamb úr fylginum." Tá svaraði hon: "Ja, men tú skalt geva mær pant, inntil tú sendir tað!" |
|
18 | Hann spurdi: "Hvat skal eg tá geva tær í pant?" Hon svaraði: "Innsiglisring tín, band títt og stav tín, sum tú hevur í hondini." - Hetta gav hann henni so og fór síðani inn til hennara, og hon varð við barn við honum. |
|
19 | So reistist hon og fór haðani, fór úr slørinum og læt seg aftur í einkjuklæðini. |
|
20 | Juda sendi nú geitarlambið við vinmanni sínum, Adullamitinum, fyri at fáa pantin aftur frá kvinnuni; men hann fann hana ikki. |
|
21 | Hann spurdi tá fólkið har á staðnum: "Hvar er skøkjan, hon í Enajim, við vegin?" Tey svaraðu: "Her hevur eingin skøkja verið!" |
|
22 | So fór hann aftur til Juda og segði: "Eg fann hana ikki, og so sigur fólkið har á staðnum eisini, at eingin skøkja hevur verið har." |
|
23 | Tá segði Juda: "Lat hana meðni hava tað, heldur enn at vit skulu verða til spott! Eg havi sent lambið, og tú hevur ikki funnið hana!" |
|
24 | Einar tríggjar mánaðir eftir hetta fekk Juda hesi tíðindi: "Tamar, sonarkona tín, hevur drivið hor; hon er vorðin við barn í hori!" Tá segði Juda: "Leiðið hana út, hon skal verða brend!" |
|
25 | Men táið teir leiddu hana út, sendi hon boð til verfaðir sín og læt siga: "Eg eri vorðin við barn við tí manni, ið hetta eigur!" Og hon læt siga: "Kanna eftir, hvør ið eigur henda ring, hetta band og henda stav!" |
|
26 | Juda kendi tað aftur og segði: "Rætturin er hennara og ikki mín, við tað at eg havi ikki givið syni mínum Sela hana!" - Men hann kom henni ikki nær aftur. |
|
27 | Táið so tíðin kom, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara. |
|
28 | Og í tí hon átti, stakk annar hondina út, og jarðarmóðirin tók reyðan tráð og bant hann um hana og segði: "Hesin var tann, ið fyrr kom!" |
|
29 | Men so togaði hann hondina til sín aftur, og tá kom bróðir hansara undan; tá segði hon: "Sum tú hevur troðkað teg fram!" - Tí fekk hann navnið Perez. |
|
30 | Síðani kom hin bróðirin, hann, ið hevði tann reyða tráðin um hondina; hann fekk navnið Zera. |
|
|