Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 48
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Nakað eftir hetta vórðu hesi boð borin Jósefi: "Faðir tín er sjúkur." Tá fór hann avstað við báðum sonum sínum, Manasse og Efra’im.
2 Táið tey nú søgdu Jákupi, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, tá menti Ísrael seg upp og settist upp undir seg.
3 Jákup segði nú við Jósef: "Gud hin Alvaldi opinberaði Seg fyri mær í Luz í Kána’anslandi og signaði meg
4 og segði við meg: "Eg skal lata teg nørast og lata avkom títt verða nógv í tali og gera teg til ein skara av fólkasløgum; og avkomi tínum eftir teg skal Eg geva hetta land í æviga ogn."
5 Og nú skulu báðir synir tínir - sum tú hevur fingið í Egyptalandi, áðrenn eg kom higar til Egyptalands til tín - teir skulu vera mínir; Efra’im og Manasse skulu vera mínir líka so væl sum Ruben og Símeon.
6 Men børnini, ið tú hevur fingið aftan á teir, tey skulu vera tíni; tey skulu verða kallað eftir brøðrum sínum í arvaluti sínum.
7 - Táið eg kom úr Paddan, doyði Rakul frá mær í Kána’anslandi, á ferðini, áðrenn eg var komin rættiliga til Efrat, og eg jarðaði hana har á vegnum til Efrat, tað er Betlehem."
8 Táið Ísrael sá synir Jósef, segði hann: "Hvørjir eru hesir?"
9 Jósef svaraði faðir sínum: "Hetta eru synir mínir, teir, ið Gud hevur givið mær her." Tá segði hann: "Kom higar til mín við teimum, so eg fái signað teir!"
10 Men eygu Ísraels vóru farin av elli; hann sá einki. - Jósef leiddi teir tá yvir til hansara, og hann kysti teir og tók teir í favn.
11 Ísrael segði við Jósef: "Eg hevði ikki hugsað, at eg skuldi fáa andlit títt at síggja, og nú hevur Gud enntá latið meg fingið børn tíni at síggja!"
12 So tók Jósef teir burtur av knøum hansara og kastaði seg til jarðar á andlit sítt.
13 Síðani tók Jósef teir báðar og leiddi teir yvir til hansara, Efra’im við høgru hond - vinstrumegin Ísrael - og Manasse við vinstru hond - høgrumegin Ísrael.
14 Men Ísrael rætti út høgru hond og legði hana á høvd Efra’ims, tóat hann var tann yngri, og vinstru hond legði hann á høvd Manasse, so at hann krossaði hendurnar; tí Manasse var hin frumborni.
15 So signaði hann Jósef og segði: "Tann Gud, fyri hvørs ásjón fedrar mínir, Ábraham og Ísakur, livdu, tann Gud, sum var hirði mín, frá tí eg varð til og líka til henda dag,
16 Eingilin, sum hevur loyst meg út úr øllum illum, Hann signi dreingirnar, so teir verða kallaðir eftir navni mínum og eftir navni Ábrahams og Ísaks, fedra mína, og verða ógvuliga nógvir í tali í landinum!"
17 Men táið Jósef sá, at faðir hansara legði høgru hond á høvd Efra’ims, dámdi honum ikki hetta, og hann tók um hondina á faðir sínum og ætlaði at flyta hana av høvdi Efra’ims yvir á høvd Manasse;
18 og Jósef segði við faðir sín: "Nei, nei, pápi! Hesin er hin frumborni; legg høgru hond á høvd hansara!"
19 Men faðir hansara vildi ikki; hann segði: "Eg veit tað, sonur mín, eg veit tað! Eisini av honum skal eitt fólk koma, eisini hann skal verða stórur; men hin yngri bróðirin skal verða størri enn hann; avkom hansara skal verða ein mongd av fólkasløgum!"
20 So signaði hann teir henda sama dag og segði: "Við navni tínum skal Ísrael signa og siga: "Gud geri teg sum Efra’im og Manasse!"" - Hann setti soleiðis Efra’im fremri enn Manasse.
21 Síðani segði Ísrael við Jósef: "Eg doyggi nú; men Gud skal vera við tykkum og føra tykkum aftur til land fedra tykkara.
22 Og tær gevi eg fram um brøður tínar ein fjallarygg, sum eg við svørði og boga mínum havi tikið frá Amoritum."