1 | Nakað eftir hetta kom orð HARRANS til Ábram í eini sjón; Hann segði: "Óttast ikki, Ábram! Eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ógvuliga stór!" |
|
2 | Men Ábram svaraði: "Harri HARRI, hvat ætlar Tú at geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur, og hesin Eliezer úr Damaskus skal arva hús mítt!" |
|
3 | Ábram legði aftrat: "Tú hevur jú einki avkom givið mær, og ein tænari, sum føddur er í húsi mínum, kemur at arva meg!" |
|
4 | Men tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði: "Nei, hann skal ikki arva teg! Ein ið kemur út úr tínum egna lívi, hann skal arva teg!" |
|
5 | So fór Hann út við honum og segði: "Hygg upp móti himli og vita, um tú kanst telja stjørnurnar!" Og Hann segði við hann: "Soleiðis skal avkom títt verða!" |
|
6 | Og Ábram trúði HARRANUM, og Hann roknaði honum tað til rættvísi. |
|
7 | Síðani segði Hann við hann: "Eg eri HARRIN, sum leiddi teg burtur úr Ur í Kaldea til at geva tær hetta landið í ogn!" |
|
8 | Men hann segði: "Harri HARRI, av hvørjum kann eg vita, at eg skal eiga tað?" |
|
9 | Tá segði Hann við hann: "Fá Mær tríára gamla kvígu, tríára gamla geit, tríára gamlan veðr, turtildúvu og dúvuunga!" |
|
10 | Hann fekk Honum nú øll hesi dýrini, skar tey av um miðju og legði helvtirnar av hvørjum dýri, hvørja beint yvir av aðrari; fuglarnar skar hann tó ikki sundur. |
|
11 | Tá skutu rovfuglar seg niður á teir deyðu kropparnar, men Ábram stygdi teir burtur. |
|
12 | Táið sólin so var um at fara niður, og fastur svøvnur var fallin á Ábram, tá kom ræðsla og stórt myrkur á hann. |
|
13 | Tá segði Hann við Ábram: "Tað skalt tú vita, at avkom títt skal búgva sum fremmant í einum landi, ið ikki er teirra; tey skulu vera trælir hjá fólkinum har og verða illa viðfarin av teimum í 400 ár. |
|
14 | Men eisini tað fólkið, ið tey skulu træla hjá, skal Eg døma. Síðani skulu tey fara haðani við nógvum góðsi. |
|
15 | Men tú skalt fara í friði til fedrar tínar og verða jarðaður á góðum elliárum. |
|
16 | Og í fjórða ættarliði skulu tey koma aftur higar - tí enn hava Amoritar ikki fylt syndamál sítt." |
|
17 | Táið nú sólin var undirgingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og logandi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar. |
|
18 | Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: "Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat, |
|
19 | tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita, |
|
20 | Hetita, Perizita, Refa’ita, |
|
21 | Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita." |
|
|