Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina.
2 Synir Jafet vóru Gomer, Magog, Madai, Javan, Tubal, Mesek og Tiras.
3 Synir Gomer vóru Askenaz, Rifat og Togarma.
4 Synir Javan vóru Elisa og Tarsis, og Kittar og Rodanitar.
5 Frá teimum eru teir ættaðir, sum búgva á heidningastrondunum. - Hetta vóru synir Jafet í londum teirra, hvør við sínum tungumáli, eftir ættum teirra, í fólkasløgum teirra.
6 Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána’an.
7 Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.
8 Kus fekk son, Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini.
9 Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: "Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod."
10 Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.
11 Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala,
12 og Resen millum Nineve og Kala - tað er hin stóri staðurin.
13 Mizrajim var ættarfaðir at Ludum, Anamum, Lehabum, Naftuum,
14 Patrusum, Kasluum - sum Filistarar eru ættaðir frá - og Kaftorum.
15 Kána’an var faðir at Zidon - sum var hin frumborni hansara - og æt Het;
16 frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasitar,
17 Hevitar, Arkitar, Sinitar,
18 Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána’anita seg longur,
19 so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
20 - Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
21 Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet.
22 Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud og Áram.
23 Synir Áram vóru Uz, Hul, Geter og Mas.
24 Arpaksad fekk son, Sala, og Sala fekk son, Eber.
25 Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan.
26 Joktan var faðir at Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara,
27 Hadoram, Uzal, Dikla,
28 Obal, Abimael, Sjeba,
29 Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan.
30 Bústaðir teirra vóru úr Mesa fram ímóti Sefar, fjøllunum í eystri.
31 - Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
32 - Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina.