Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Tá rópti Ísakur Jákup og signaði hann; og hann gav honum hetta boð: "Tú mást onga av døtrum Kána’ans taka tær til konu!
2 Ger teg til, far til Paddan-Áram, til hús Betuels, abba tíns, og fá tær konu haðani, eina av døtrum Laban, mammubeiggja tín!
3 Og Gud hin Alvaldi signi teg, geri teg fruktbaran og lati avkom títt verða nógv í tali, so tú verður heilur skari av fólkasløgum!
4 Hann gevi tær signing Ábrahams, bæði tær og avkomi tínum, so at tú kemur at eiga landið, ið tú nú býrt í sum fremmandur, tað, ið Gud gav Ábrahami!"
5 So læt Ísakur Jákup fara avstað, og hann fór til Paddan-Áram, til Áramearan Laban, son Betuel, bróður Rebekku, móður Jákup og Esau.
6 Men Esau fekk at vita, at Ísakur hevði signað Jákup og sent hann til Paddan-Áram at fáa sær konu haðani, at hann, táið hann signaði hann, hevði álagt honum ikki at taka sær nakra av døtrum Kána’ans til konu,
7 og at Jákup hevði aktað faðir sín og móður sína og var farin til Paddan-Áram.
8 Tá skilti Esau, at Ísaki, faðir hansara, dámdi ikki døtur Kána’ans.
9 Tí fór Esau til Ísmael og tók Mahalat, dóttur Ísmael, son Ábraham, systur Nebajot, til konu aftrat hinum konum sínum.
10 Jákup fór nú avstað úr Be’erseba og tók leiðina til Karan.
11 Á ferð síni kom hann til hitt heilaga staðið og varð har um náttina, við tað at sólin var undirfarin. Og hann tók ein av steinunum, sum lógu har, legði hann undir høvd sítt og legði seg so har at sova.
12 Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals, og einglar Guds gingu upp og niður gjøgnum hann.
13 Og HARRIN stóð framman fyri hann og segði: "Eg eri HARRIN, Gud Ábrahams, faðirs tíns, og Gud Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum.
14 Avkom títt skal verða sum dustið á jørðini, og tú skalt breiða teg vestureftir og eystureftir, norðureftir og suðureftir; og í tær og í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.
15 Eg skal vera við tær og varðveita teg, hvar tú so fert, og Eg skal føra teg aftur til hetta land; Eg skal ikki fara frá tær, fyrrenn Eg havi gjørt tað, ið Eg havi lovað tær."
16 Táið Jákup vaknaði upp úr svøvni, segði hann: "Sanniliga er HARRIN á hesum staði! Tað vitsti eg ikki!"
17 Og ótti fall á hann, og hann segði: "Hetta má vera eitt heilagt stað! Vissuliga er hús Guds her, her er portur Himmalsins!"
18 Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann.
19 Og hann kallaði hetta staðið Betel; áður hevði býurin itið Luz.
20 Jákup gjørdi nú hetta lyfti: "Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,
21 so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns - so skal HARRIN vera Gud mín;
22 og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund."