1 | Táið Jákup nú hugdi upp, fekk hann at síggja Esau, ið kom við 400 monnum. Tá býtti hann børnini sundur millum Leu, Rakul og báðar trælkvinnurnar. |
|
2 | Fremstar læt hann trælkvinnurnar ganga við børnum teirra, síðani kom Lea við børnum sínum, og aftast gekk Rakul við Jósefi. |
|
3 | Sjálvur gekk hann fyri teimum; og hann boygdi seg sjey ferðir til jarðar, inntil hann kom til bróður sín. |
|
4 | Men Esau kom rennandi ímóti honum og fevndi hann; hann leyp um hálsin á honum og kysti hann, og teir grótu. |
|
5 | Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja kvinnurnar og børnini, segði hann: "Hvørji eru hesi, ið tú hevur her?" Hann svaraði: "Hetta eru børnini, ið Gud hevur unt tænara tínum!" |
|
6 | Nú komu trælkvinnurnar fram við børnum sínum, og tey boygdu seg til jarðar; |
|
7 | síðani kom eisini Lea við børnum sínum, og tey boygdu seg til jarðar; seinast komu Rakul og Jósef, og tey boygdu seg til jarðar. |
|
8 | Tá segði hann: "Hvat vildi tú við øllum hasum fylginum, ið eg hitti?" Hann svaraði: "Finna náði fyri eygum harra míns!" |
|
9 | Men Esau segði: "Eg havi nóg mikið, bróðir! Hav tú tað, ið títt er!" |
|
10 | Tá svaraði Jákup: "Nei, góði! Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so tak við gávu míni! Táið eg sá andlit títt, var tað jú, sum eg hevði sæð andlit Guds, og tú hevur tikið so blídliga móti mær! |
|
11 | Góði, tak signingina, ið eg havi sent tær! Tí Gud hevur verið mær náðigur, og eg havi alt!" - Soleiðis noyddi hann hann, inntil hann tók tað. |
|
12 | Nú segði Esau: "Latið okkum nú halda avstað aftur og fara longur - eg skal fylgjast við tær!" |
|
13 | Men Jákup svaraði: "Harri mín veit jú, at børnini eru lítið ment, og smáfæið hjá mær hevur nýliga lembt, og kýrnar hava nýliga kálvað; reki eg kríaúrini hart so mikið sum ein dag, so doyr alt smáfæið. |
|
14 | Vil harri mín ikki fara undan tænara sínum? - So komi eg spakuliga aftaná, sum nú fæið, ið eg havi við mær, og børnini orka, inntil eg komi til harra mín í Se’ir." |
|
15 | Tá segði Esau: "So skal eg, ið hvussu er, lata nakrar av monnum mínum vera hjá tær!" Men hann svaraði: "Hvat skal tað til! Lat meg bert finna náði fyri eygum harra míns!" |
|
16 | Esau fór nú sama dagin aftur til Se’ir. |
|
17 | Men Jákup helt avstað og fór til Sukkot; har bygdi hann sær hús og gjørdi smáhús til fæið; tí kallaði hann hetta plássið Sukkot. |
|
18 | Jákup kom tá í øllum góðum til býin Sikem í Kána’anslandi, á ferð síni úr Paddan-Áram; og hann reisti tjøld síni uttan fyri býin. |
|
19 | Jarðarstykkið, ið hann hevði reist tjald sítt á, keypti hann frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar. |
|
20 | Har reisti hann altar, sum hann kallaði El-Elohe-Ísrael. |
|
|