Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Farið varð til Egyptalands við Jósefi, og Potifar, ein Egypti, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu havt hann hagar við sær.
2 Men HARRIN var við Jósefi, so at alt eydnaðist honum. Hann var í húsinum hjá harra sínum, Egyptanum;
3 og táið harri hansara sá, at HARRIN var við honum, og at HARRIN læt alt, ið hann gjørdi, eydnast honum,
4 fann Jósef náði fyri eygum hansara og slapp at ganga honum til handa; hann setti hann yvir hús sítt og gav honum upp í hendur alt, ið hann átti.
5 Og frá tí stund ið hann hevði sett hann yvir hús sítt og yvir alt, ið hann átti, signaði HARRIN hús Egyptans fyri Jósefs skuld; signing HARRANS hvíldi á øllum, ið hann átti, bæði í húsinum og á markini.
6 So leit hann alt, ið hann átti, upp í hendur Jósefs, og hann hevði ikki eyguni eftir honum í nøkrum uttan í matinum, sum hann sjálvur át. - Men Jósef var vælvaksin og sá væl út.
7 Nakað eftir hetta vendi kona harra hansara eygum sínum at Jósefi og segði: "Kom og ligg hjá mær!"
8 Men hann vildi ikki og segði við konu harra síns: "Harri mín hevur ikki eyguni eftir mær í nøkrum í øllum húsi sínum; alt tað, ið hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur.
9 Hann hevur ikki meiri at siga her í húsinum enn eg, og hann hevur einki sýtt mær - uttan teg, tí tú ert kona hansara! Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð - og syndað móti Gudi!"
10 Og tóat hon dag eftir dag tosaði hetta við Jósef, vildi hann ikki vera henni til vildar í at liggja hjá henni ella hava við hana at gera.
11 Men so ein dagin ið hann kom inn í húsið at gera arbeiði sítt, og eingin av húsfólkinum var inni,
12 tá tók hon í kappa hansara og segði: "Kom og ligg hjá mær!" Men hann læt kappan eftir í hond hennara og flýddi av húsinum.
13 Táið hon nú sá, at hann hevði latið hana hava kappan eftir og var flýddur av húsinum,
14 rópti hon eftir húsfólki sínum og segði við tey: "Her síggja tit! Hann hevur fingið okkum ein hebraiskan mann higar at føra skomm yvir okkum! Hann kom inn til mín og vildi liggja hjá mær, men eg rópti, alt tað eg var ment,
15 og táið hann hoyrdi, at eg skar í at rópa, læt hann kappa sín eftir hjá mær og flýddi av húsinum!"
16 Hon læt nú kappa hansara verða liggjandi hjá sær, inntil harri hansara kom til hús,
17 og segði so tað sama við hann: "Tann hebraiski trælurin, ið tú hevur fingið okkum higar, kom inn til mín at føra skomm yvir meg;
18 men táið eg skar í róp, læt hann kappa sín eftir hjá mær og flýddi av húsinum."
19 Táið harri hansara hoyrdi tað, ið kona hansara segði: "Soleiðis hevur trælur tín borið seg at móti mær," kom ógvuliga ilt í hann;
20 harri Jósefs tók hann og læt hann seta í fangahúsið, sum fangarnir hjá konginum sótu fastir í; og hann varð sitandi har í fangahúsinum.
21 Men HARRIN var við Jósefi og gjørdi, at hann varð væl lýddur av øllum, og læt hann finna náði hjá fyristøðumanni fangahússins,
22 so at hann setti Jósef at ansa eftir øllum fangunum í fangahúsinum; hann skipaði fyri øllum, ið har skuldi verða gjørt.
23 Fyristøðumaður fangahússins hevði ikki eyguni eftir nøkrum, ið Jósefi var litið upp í hendur; tí HARRIN var við honum og læt alt eydnast, sum hann tók sær fyri.