1 | Men Gud mintist Nóa og øll tey villu dýrini og alt fæið, ið við honum vóru í ørkini. Gud læt ein vind blása yvir jørðina, so at vatnið fall; |
|
2 | keldurnar í tí stóra djúpinum og lúkurnar á himli lótust aftur, og regnið av himli sleit í. |
|
3 | Vatnið svann so við og við burtur av jørðini - vatnið fór at minka, táið 150 dagar vóru umlidnir. |
|
4 | Tann seytjanda í sjeynda mánaði stóð ørkin, á Áraratsfjøllum. |
|
5 | Vatnið helt á at minka inntil tíggjunda mánað; tann fyrsta í hesum mánaði komu fjallatindarnir undan. |
|
6 | Táið 40 dagar vóru gingnir, læt Nóa upp vindeygað, ið hann hevði gjørt á ørkina, |
|
7 | og sendi ravn út; hann fleyg aftur og fram, inntil vatnið var tornað burtur av jørðini. |
|
8 | Síðani sendi hann dúvu út fyri at vita, um vatnið var svunnið burtur av jørðini. |
|
9 | Men dúvan fann einki hvíldarstað fyri fót sín og kom tí aftur til hansara í ørkina - tí enn stóð øll jørðin undir vatni. Tá rætti hann út hondina og tók hana inn í ørkina til sín. |
|
10 | Hann steðgaði nú sjey dagar aftrat og sendi so eina ferð enn dúvuna út úr ørkini. |
|
11 | Móti kvøldi kom dúvan aftur til hansara og hevði tá í nevinum grønt blað av oljutræi; tá skilti Nóa, at vatnið var svunnið burtur av jørðini. |
|
12 | Hann steðgaði so uppaftur sjey dagar, og táið hann tá sendi dúvuna út, kom hon ikki aftur til hansara meir. |
|
13 | Tað árið ið Nóa var 601 ár, tann fyrsta í fyrsta mánaði, var vatnið tornað burtur av jørðini. Tá tók Nóa takið av ørkini og hugdi út og sá nú, at jørðin var turr. |
|
14 | Sjeynda og tjúgunda í øðrum mánaði var jørðin heilt turr. |
|
15 | Tá talaði Gud við Nóa og segði: |
|
16 | "Far út úr ørkini, tú og kona tín, synir tínir og sonarkonur tínar við tær! |
|
17 | Øll dýrini, ið hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fæ og øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, skalt tú lata fara út við tær, fyri at jørðin kann verða full av teimum, og tey kunnu vera fruktbør og vaksa í tali á jørðini." |
|
18 | Tá fór Nóa út, og synir hansara, kona hansara og sonarkonur hansara við honum. |
|
19 | Og øll dýrini, øll skriðdýrini, allir fuglarnir, alt tað, ið á jørðini rørist, hvørt eftir sínum slagi, fór út úr ørkini. |
|
20 | Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum. |
|
21 | Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: "Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú. |
|
22 | Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat." |
|
|