Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
2 Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.
3 Gud segði: "Verði ljós!" Og ljós varð.
4 Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.
5 Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.
6 So segði Gud: "Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni."
7 Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.
8 Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.
9 So segði Gud: "Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan." Og so varð.
10 Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.
11 So segði Gud: "Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini." Og so varð;
12 jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
13 Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag.
14 So segði Gud: "Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
15 og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini." Og so varð;
16 Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
17 Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini,
18 at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott.
19 Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag.
20 So segði Gud: "Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum." Og so varð;
21 Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
22 Gud signaði tey og segði: "Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!"
23 Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
24 So segði Gud: "Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr - hvørt eftir tess slagi." Og so varð;
25 Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
26 So segði Gud: "Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða."
27 So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
28 Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: "Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!"
29 Framvegis segði Gud: "Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
30 Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær - teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði." Og so varð.
31 Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt - og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.