Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 50
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Tá fall Jósef oman yvir andlit faðirs síns, græt og kysti hann.
2 So segði Jósef við læknarnar, sum vóru millum tænarar hansara, at teir skuldu balsamera faðir hansara. Læknarnir balsameraðu tá Ísrael.
3 Hetta tók 40 dagar - so langa tíð tekur at balsamera. Egyptar grótu um hann í 70 dagar.
4 Táið so syrgidagarnir eftir hann vóru úti, segði Jósef við húsfólk Faraos: "Havi eg funnið náði fyri eygum tykkara, so tosið fyri meg við Farao soleiðis:
5 "Pápi tók meg í eið og segði: "Táið eg eri deyður, jarða meg tá í grøvini, sum eg havi latið grava mær í Kána’anslandi!" - Lat meg tí fara hagar og jarða pápa - eg skal so koma aftur higar!""
6 Farao svaraði: "Far tú bert og jarða faðir tín, soleiðis sum hann hevur latið teg svørja!"
7 So fór Jósef avstað at jarða faðir sín, og við honum fóru allir tænarar Faraos, teir elstu í húsi hansara og allir teir elstu í Egyptalandi,
8 eisini alt hús Jósefs, og brøður hansara og tey hjá faðir hansara - bert børn síni og smáfæið og neytini hjá sær lótu tey verða eftir í Gosen.
9 Bæði vagnar og hestmenn fóru avstað við honum - so at tað var ein ógvuliga stórur skari.
10 Táið tey nú komu til Goren-Ha’atad, hinumegin Jordan, hildu tey har eina ovurhonds stóra og hátíðarliga deyðavenan - hann helt í 7 dagar syrgihátíð eftir faðir sín.
11 Táið tey, sum búðu í landinum, Kána’anitar, sóu hesa syrgihátíð í Goren-Ha’atad, søgdu tey: "Tað er ikki eiti av syrgihátíð, ið Egyptar har halda!" - Av hesum fekk tað staðið navnið Abel-Mizrajim; tað er hinumegin Jordan.
12 Synir hansara gjørdu tá við hann, sum hann hevði álagt teimum;
13 synir hansara fóru til Kána’ansland við honum og jarðaðu hann í hellinum á Makpelamark, markini, ið Ábraham hevði keypt frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga - beint yvir av Mamre.
14 Táið Jósef so hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands, bæði hann og brøður hansara og øll tey, ið vóru farin við honum til jarðarferð faðirs hansara.
15 Táið brøður Jósef nú sóu, at faðir teirra var deyður, søgdu teir: "Bert Jósef ikki fer at kasta hatur á okkum nú og løna okkum aftur alt tað illa, ið vit gjørdu honum!"
16 Teir sendu tí Jósefi boð og lótu siga: "Áðrenn pápi tín doyði, álegði hann okkum hetta:
17 "Soleiðis skulu tit siga við Jósef: Góði, fyrigev brøðrum tínum tað, ið teir hava forbrotið seg og syndað - tí teir gjørdu illa við teg!" - So fyrigev nú okkum, sum eisini tæna Gudi faðirs tíns, misgerð okkara!" - Tá græt Jósef, táið teir sendu honum hesi boð.
18 Seinni komu brøður hansara eisini sjálvir og fullu niður fyri honum og søgdu: "Vit skulu vera tænarar hjá tær!"
19 Men Jósef segði við teir: "Óttist ikki! Eri eg tá í Guds stað!
20 Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott - fyri at lata henda tað, ið nú hevur hent, og halda nógvum fólki á lívi.
21 Óttist ikki! Eg skal síggja tykkum og kvinnum og børnum tykkara til góða!" - Soleiðis uggaði hann teir og tosaði blídliga við teir.
22 Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, bæði hann og hús faðirs hansara. Jósef varð 110 ár.
23 Jósef fekk at síggja børn Efra’ims í triðja lið; eisini børnini hjá Makir, syni Manasse, vórðu fødd í fangið á Jósefi.
24 Og Jósef segði við brøður sínar: "Eg doyggi nú; men Gud skal vissuliga síggja til tykkara og føra tykkum úr hesum landi til landið, ið Hann við eiði hevur lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi!"
25 Og Jósef tók eið av sonum Ísraels og segði: "Táið nú Gud sær til tykkara, førið tá bein míni burtur hiðani!"
26 Jósef doyði 110 ára gamal; og hann varð balsameraður og lagdur í kistu í Egyptalandi.