Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 42
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Táið Jákup nú frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: "Hví sita tit og hyggja hvør upp á annan?"
2 Og hann segði: "Eg hoyri, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so vit kunnu liva og ikki doyggja!"
3 Teir tíggju av brøðrum Jósef fóru tá avstað at keypa korn í Egyptalandi.
4 Men Benjamin, bróður Jósef, sendi Jákup ikki avstað við brøðrum hansara, tí hann var ræddur fyri, at ein vanlukka kundi henda hann.
5 So komu tá synir Ísrael at keypa korn, saman við hinum, ið komu; tí hungursneyð var í Kána’anslandi.
6 Og við tað at tað var Jósef, ið ráddi í landinum, og hann var tann, ið seldi øllum fólkinum í landinum korn, so komu brøður Jósef og kastaðu seg til jarðar á andlit sítt fyri honum.
7 Jósef kendi brøður sínar, táið hann sá teir; men hann lætst fremmandur fyri teimum, var harðligur í orðum við teir og segði við teir: "Hvaðani koma tit?" Teir svaraðu: "Úr Kána’anslandi at keypa føði."
8 - Jósef kendi brøður sínar, men teir kendu ikki hann.
9 Og Jósef mintist tað, ið hann hevði droymt um teir. So segði hann við teir: "Tit eru njósnarar! Tit eru komnir at hyggja, hvar landið liggur opið!"
10 Teir svaraðu: "Nei, harri! Tænarar tínir eru komnir at keypa korn!
11 Vit eru allir synir sama mann; vit eru ærligir menn, tænarar tínir eru ikki njósnarar."
12 Men hann segði: "Jú, tit eru komnir at hyggja, hvar landið liggur opið!"
13 Teir svaraðu: "Vit, tænarar tínir, vóru 12 brøður, synir sama mann í Kána’anslandi; tann yngsti er nú heima hjá pápa, og ein er ikki til longur."
14 Men Jósef segði við teir: "Tað er, sum eg havi sagt við tykkum: Tit eru njósnarar!
15 Men nú skulu tit verða royndir: So vist sum Farao livir, sleppa tit ikki hiðani, uttan yngsti bróðir tykkara kemur higar!
16 Latið ein av tykkum fara heimaftur eftir bróður tykkara, og so leingi skulu tit sita fastir, hinir! So fæst at síggja, um tit siga satt; og um ikki, so eru tit, so vist sum Farao livir, njósnarar!"
17 So setti hann teir allar fastar í tríggjar dagar.
18 Men triðja dagin segði Jósef við teir: "Vilja tit bjarga lívinum, so gerið nú, sum eg sigi - eg óttist Gud!
19 Er tað nú so, at tit eru ærligir menn, so latið ein tykkara verða eftir sum fanga í fangahúsinum, sum tit sótu í, og farið tit so avstað, hinir, og havið korn við tykkum til hjálpar móti hungursneyðini heima hjá tykkum.
20 Komið so til mín við yngsta bróður tykkara, so orð tykkara verður sannað - so skulu tit sleppa frá at líða deyðan!" - Og soleiðis gjørdu teir. -
21 Men teir søgdu hvør við annan: "Sanniliga, nú mugu vit bøta fyri tað, ið vit gjørdu við beiggja! Vit sóu sálarangist hansara, táið hann bønaði okkum, og lurtaðu tó ikki eftir honum - tí kemur nú henda neyð á okkum!"
22 Tá tók Ruben til orða og segði við teir: "Segði eg ikki við tykkum: "Syndið ikki móti dronginum!" Men tit lurtaðu ikki eftir mær - og nú verður blóð hansara kravt!"
23 - Men teir vitstu ikki, at Jósef skilti teir, tí hann tosaði við teir gjøgnum tolk.
24 Hann vendi sær nú burtur og græt. So vendi hann sær aftur til teirra og tosaði við teir, og hann tók Símeon úr flokkinum og læt hann seta fastan, so teir sóu.
25 Jósef segði nú við menn sínar, at teir skuldu fylla sekkirnar hjá teimum við korni, leggja peningin hjá hvørjum aftur í sekkin hjá honum og síðani geva teimum mat við á ferðina. - Og soleiðis varð gjørt.
26 Teir løgdu so kornið á eslini og fóru avstað.
27 Men táið ein teirra loysti av sekkinum fyri at geva esli sínum, har sum teir gistu um náttina, fekk hann at síggja pening sín, sum lá ovastur í sekkinum.
28 Hann segði tá við brøður sínar: "Peningur mín er komin aftur; hyggið, hann liggur her í sekki mínum!" Tá vórðu teir mótfalnir og hugdu í ræðslu hvør uppá annan og søgdu: "Hvat er tað, ið Gud hevur gjørt okkum?"
29 So komu teir heimaftur til Jákup, faðir sín, í Kána’anslandi, og teir søgdu honum alt, ið hent teir hevði, og søgdu:
30 "Maðurin, ið ræður har í landinum, var harðligur í orðum móti okkum og fór við okkum, sum vit høvdu verið komnir sum njósnarar til landið.
31 Men vit søgdu við hann: "Vit eru ærligir menn og ikki njósnarar!
32 Vit vóru 12 brøður, synir ein faðir; ein er ikki til longur, og tann yngsti er nú heima hjá pápa í Kána’anslandi."
33 Tá segði maðurin, ið ræður har í landinum, við okkum: "Av hesum skal eg síggja, um tit eru ærligir menn: Latið ein av tykkum brøðrunum verða her hjá mær, og takið so tað, ið tykkum tørvar móti hungursneyðini heima hjá tykkum, og farið avstað!
34 So skulu tit koma higar til mín við yngsta bróður tykkara, so eg kann síggja, at tit eru ikki njósnarar, men ærligir menn! Tá skal eg lata tykkum fáa bróður tykkara aftur, og tit skulu hava frítt at ferðast um í landinum.""
35 Táið teir nú lótu burtur úr sekkjunum, fann hvør pengapung sín í sekkinum, og táið teir og faðir teirra sóu pengapungarnar, fall ræðsla á teir.
36 Men Jákup, faðir teirra, segði við teir: "Tit gera meg barnleysan! Jósef er burtur, Símeon er burtur, og nú ætla tit at taka Benjamin frá mær! Altsamalt kemur tað yvir meg!"
37 Tá segði Ruben við faðir sín: "Komi eg ikki aftur til tín við honum, so kanst tú drepa báðar synir mínar! Lít mær hann upp í hendur - eg skal fáa tær hann aftur!"
38 Men hann svaraði: "Sonur mín fer ikki hagar við tykkum! Bróðir hansara er deyður, og hann er einsamallur eftir; hendir nú ein vanlukka hann á ferðini, ið tit fara, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!"
39 Men hungursneyðin var svár í landinum.