Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 HARRIN vitjaði Sáru, sum Hann hevði lovað; HARRIN gjørdi við Sáru, sum Hann hevði sagt.
2 Sára varð við barn og átti Ábrahami son á elliárum hansara, ta tíðina sum Gud hevði sagt honum.
3 Ábraham gav syninum, ið hann hevði fingið, navnið Ísakur, honum, ið Sára hevði átt honum.
4 Ábraham umskar Ísak, son sín, táið hann var átta dagar gamal, soleiðis sum Gud hevði álagt honum.
5 Ábraham var 100 ár, táið hann fekk sonin Ísak.
6 Tá segði Sára: "Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!"
7 Og hon segði: "Hvør skuldi sagt Ábrahami, at Sára hevði børn á brósti! So sanniliga havi eg átt honum son á elliárum hansara!"
8 Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti; og Ábraham gjørdi gestaboð, tann dagin ið Ísakur varð lagdur av brósti.
9 Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku trælkvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði.
10 Tá segði hon við Ábraham: "Rek hesa trælkvinnu og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!"
11 Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt - fyri sonar hansara skuld.
12 Men Gud segði við Ábraham: "Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.
13 Men eisini son trælkvinnuna skal Eg gera til eitt fólk - hann er jú avkom títt!"
14 Tíðliga morgunin eftir tók Ábraham tá breyð og skinnsekk við vatni og fekk Hagar tað at bera millum herðarnar; hann gav henni eisini drongin og læt hana síðani fara. Sum hon nú gekk, viltist hon í oyðimørkini Be’erseba,
15 og vatnið í sekkinum varð uppi; tá legði hon drongin undir ein runn
16 og fór og setti seg nakað burturfrá, okkurt um eitt bogaskot; tí hon hugsaði: "Eg orki ikki at síggja drongin doyggja!" Har sat hon nakað burtur frá, og hon skar í at gráta.
17 Men Gud hoyrdi málið í dronginum, og eingil Guds rópti á Hagar av himli og segði við hana: "Hvat bagir tær, Hagar? Óttast ikki, Gud hevur hoyrt málið í dronginum, har sum hann liggur!
18 Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk."
19 Gud læt nú eygu hennara upp, so at hon rakti við brunn við vatni; tá fór hon og fylti sekkin við vatni og gav dronginum at drekka.
20 Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður.
21 Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi.
22 Um hesa tíðina komu Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: "Gud er við tær í øllum, sum tú gert.
23 Svør mær tá nú her um Gud, at tú skalt ikki vera trúleysur móti mær ella børnum og eftirkomarum mínum, men at tú skalt vísa somu góðsku móti mær og móti landinum, ið tú býrt í sum fremmandur, sum eg havi víst móti tær!"
24 Ábraham svaraði: "Ja, eg skal svørja!"
25 Tó átalaði Ábraham Abimelek fyri ein brunn, ið trælirnir hjá Abimeleki høvdu rænt frá honum.
26 Men Abimelek svaraði: "Eg veit einki um, hvør ið hetta hevur gjørt; sjálvur hevur tú einki sagt mær, og eg havi einki hoyrt um tað fyrrenn í dag."
27 Tá tók Ábraham smáfæ og neyt og gav Abimeleki, og teir gjørdu sáttmála sínámillum.
28 Men sjey lomb úr gonguni læt Ábraham standa fyri seg sjálv;
29 og táið Abimelek spurdi hann: "Hvat hava hesi sjey lombini at týða, sum tú hevur sett har fyri seg sjálv?"
30 so svaraði hann: "Hasi sjey lombini skalt tú taka av hond míni sum vitnisburð um, at tað eri eg, ið havi grivið henda brunn."
31 - Tí varð hetta staðið kallað Be’erseba; tí har gjørdu teir báðir eið.
32 So gjørdu teir nú sáttmála í Be’erseba. Síðani fóru Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, avstað aftur og fóru aftur til Filistaraland.
33 Ábraham plantaði í Be’erseba ein tamarisk og ákallaði har navn HARRANS hins æviga Guds.
34 Og Ábraham búði langa tíð í Filistaralandi sum fremmandur.