Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Ádam helt seg til konu sína Evu, og hon varð við barn og átti Káin; tá segði hon: "Eg havi fingið son við hjálp HARRANS."
2 Framvegis átti hon bróður hansara Ábel. Ábel varð seyðamaður, men Káin dýrkaði jørðina.
3 Táið ein tíð var liðin, bar Káin HARRANUM fram eitt offur av grøðini av jørðini.
4 Eisini Ábel bar offur fram - av teimum frumbornu í fylgi sínum og av fiti teirra. HARRIN hugdi á Ábel og offur hansara.
5 Men á Káin og offur hansara hugdi Hann ikki. Tá kom ógvuliga ilt í Káin, og andlit hansara varð dapurt.
6 HARRIN segði tá við Káin: "Hví ert tú illur, og hví er andlit títt so dapurt?
7 Er tað ikki so, at gert tú rætt, so kanst tú treystliga hyggja upp! Og gert tú ikki rætt, so liggur syndin fyri durunum, og hon tráar eftir tær; men tú skalt ráða yvir henni."
8 Men Káin segði við Ábel, bróður sín: "Lat okkum fara út á markina!" Og meðan teir vóru úti á markini, leyp Káin á Ábel, bróður sín, og drap hann.
9 Tá segði HARRIN við Káin: "Hvar er Ábel, bróðir tín?" Hann svaraði: "Tað veit eg ikki! Skal eg ansa eftir bróður!"
10 Men Hann segði: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.
11 So skalt tú nú vera bannlýstur av jørðini, sum læt upp munn sín og av hond tíni tók ímóti blóði bróður tíns.
12 Táið tú dýrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær grøði sína; umflakkandi og heimleysur skalt tú vera á jørðini."
13 Tá segði Káin við HARRAN: "Straff mín er størri, enn eg eri mentur at bera!
14 Táið Tú nú rekur meg burtur av jørðini, og eg má krógva meg fyri ásjón Tíni og fjakka heimleysur um á jørðini, so verður tað jú so, at hvør tann, ið hittir meg, hann drepur meg!"
15 Men HARRIN segði við hann: "Nei! Tí drepur nakar Káin, so skal hann verða hevndur sjeyfalt." Og HARRIN gav Káini merki, fyri at eingin, ið hitti hann, skuldi drepa hann.
16 So fór Káin burtur frá ásjón HARRANS og búsettist í landinum Nod, eystan fyri Eden.
17 Káin helt seg til konu sína, og hon varð við barn og átti Hanok. Hann bygdi bý og kallaði hann Hanok eftir syni sínum.
18 Hanok fekk son, Irad; Irad fekk Mehujael; Mehujael fekk Metusael; Metusael fekk Lemek.
19 Lemek fekk sær tvær konur; onnur æt Ada, onnur Zilla.
20 Ada átti Jabal; hann varð ættarfaðir teirra, sum búgva í tjøldum og hava fæ.
21 Bróðir hansara æt Jubal; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu.
22 Eisini Zilla fekk son, Tubalkáin; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið smíða kopar og jarn. Systir Tubalkáin var Na’ama.
23 Lemek segði við konur sínar: "Ada og Zilla, hoyrið orð míni, konur Lemek, lurtið eftir tí, ið eg sigi: Eg drepi ein mann fyri hvørt sár, ið eg fái, og ein drong fyri hvørt skursl, ið eg fái!
24 Tí verður Káin hevndur sjeyfalt, so verður Lemek hevndur 77 ferðir!"
25 Ádam helt seg aftur til konu sína, og hon átti son, sum hon gav navnið Set; "tí" - segði hon - "Gud hevur givið mær ein annan son í staðin fyri Ábel, sum Káin drap."
26 Eisini Set fekk son, og hann gav honum navnið Enos; um ta tíðina varð byrjað at ákalla navn HARRANS.