Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Ábraham fór nú haðani til Suðurlandið og búði millum Kades og Sur; eina tíð búði hann sum fremmandur í Gerar.
2 Við tað at Ábraham nú segði um Sáru, konu sína, at hon var systir hansara, sendi Abimelek, kongurin í Gerar, boð og læt Sáru føra til sín.
3 Tá kom Gud til Abimelek í dreymi um náttina og segði við hann: "Tú skalt doyggja, aftur fyri at tú hevur tikið hasa kvinnuna, tí hon er gift kona!"
4 Men Abimelek var ikki komin henni nær, og hann segði: "Harri, ætlar Tú eisini at drepa rættvís fólk!
5 Hevur hann ikki sjálvur sagt fyri mær, at hon er systir hansara! Og hon hevur eisini sjálv sagt, at hann er bróðir hennara! Við sakleysum hjarta og reinum hondum havi eg gjørt hetta."
6 Gud segði við hann í dreyminum: "Eg veit, at tú hevur gjørt hetta við sakleysum hjarta, og Eg havi eisini sjálvur forðað tær at synda móti Mær; tí havi Eg ikki loyvt tær at nema hana.
7 Men lat nú mannin fáa konu sína aftur! Tí hann er profetur, og hann skal biðja fyri tær, so tú kanst sleppa at liva. Men letur tú hana ikki aftur, so skalt tú vita, at tú skalt vissuliga doyggja, tú og øll tíni!"
8 Tíðliga morgunin eftir sendi Abimelek tá boð eftir øllum tænarum sínum og segði teimum alt hetta; og stór ræðsla kom á menninar.
9 Men so sendi Abimelek boð eftir Ábrahami og segði við hann: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti okkum! Hvat havi eg forbrotið meg ímóti tær, síðani tú hevur ført so stóra synd yvir meg og ríki mítt! Tú hevur borið teg soleiðis at ímóti mær, sum ikki eigur at verða gjørt!"
10 Og Abimelek segði við Ábraham: "Hvat fekk teg at gera hetta?"
11 Ábraham svaraði: "Eg hugsaði: Her man eingin gudsótti vera á hesum plássi; teir fara vist at drepa meg fyri at fáa konu mína!
12 Hon er eisini av sonnum systir mín, dóttir pápa, men ikki dóttir mammu, og hon varð kona mín.
13 Og táið Gud nú læt meg fara at flakka um fjart frá húsi faðirs míns, segði eg við hana: "Hesa góðsku mást tú vísa mær, at tú, allastaðni ið vit koma, sigur um meg, at eg eri bróðir tín!""
14 Abimelek tók nú smáfæ og neyt, trælir og trælkvinnur, og gav Ábrahami og læt hann eisini fáa Sáru, konu sína, aftur.
15 Og Abimelek segði við hann: "Land mítt liggur tær opið; búgv, har sum tú sjálvur vilt!"
16 Við Sáru segði hann: "Eg havi givið bróður tínum 1000 seklar av silvuri; tað skal vera tær uppreising fyri eygunum á øllum, sum saman við tær eru; so hevur tú fyri øllum fingið uppreising."
17 Ábraham bað nú til Gud, og Gud grøddi Abimelek og konu hansara og trælkvinnur hansara, so tær aftur fingu børn.
18 Tí HARRIN hevði so heilt stongt hvørt móðurlív í húsi Abimeleks, tí hann hevði tikið Sáru, konu Ábraham.