Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 44
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Síðani segði hann við tann, ið stóð fyri húsi hansara: "Lat korn í sekkirnar hjá monnunum, so mikið, sum í teir gongur, og legg peningin hjá hvørjum ovastan í sekk hansara!
2 Og bikar mítt, silvurbikarið, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta, saman við peninginum fyri korn hansara." - Hann gjørdi nú, sum Jósef segði við hann.
3 Um morgunin, táið ljóst var vorðið, lótu teir so menninar fara avstað við eslum sínum.
4 Men táið teir vóru komnir eitt sindur út um býin, segði Jósef við tann, ið stóð fyri húsi hansara: "Far avstað, halt eftir monnunum, og táið tú fært teir aftur, skalt tú siga við teir: "Hví hava tit lønt gott við illum?
5 Hatta er jú nettupp bikarið, ið harri mín drekkur av, og sum hann er vanur at spáa í! Hetta var illa gjørt av tykkum!""
6 Táið hann nú fekk teir aftur, segði hann hetta við teir.
7 Men teir svaraðu honum: "Hví sigur harri mín so? Tað er minni enn so, at tænarar tínir skuldu gjørt nakað slíkt!
8 Peningin, ið vit funnu ovast í sekkjum okkara, hann høvdu vit jú aftur til tín úr Kána’anslandi; hvussu skuldu vit tá farið og stolið silvur ella gull úr húsi harra tíns!
9 Tann av tænarum tínum, sum tað verður funnið hjá, hann skal doyggja, og síðani skulu vit vera trælir hjá harra mínum, hinir!"
10 Hann svaraði: "Ja, latið tað verða, sum tit hava sagt! Tann, ið bikarið verður funnið hjá, hann skal vera trælur mín, men tit, hinir, skulu vera fríir."
11 So skundaðu teir sær og lyftu hvør sekk sín niður á jørðina, og hvør loysti av sekki sínum.
12 Hann fór so at leita, fyrst hjá tí elsta, og hann endaði hjá tí yngsta - og bikarið varð funnið í sekki Benjamins.
13 Tá skræddu teir klæðini, løgdu á aftur eslini og fóru aftur til býin.
14 Juda og brøður hansara komu inn hjá Jósefi - sum ikki var farin frá húsum enn - og teir kastaðu seg til jarðar fyri honum.
15 Men Jósef segði við teir: "Hvat er tað fyri nakað, ið tit hava gjørt! Vitstu tit ikki, at ein maður sum eg dugir at spáa?"
16 Juda svaraði: "Hvat skulu vit svara harra mínum, hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum! Gud hevur funnið misgerð tænara tína! - Ja, vit eru trælir hjá harra mínum, bæði vit og tann, ið bikarið varð funnið hjá!"
17 Men hann svaraði: "Tað er minni enn so, at eg geri slíkt! Tann maður, ið bikarið varð funnið hjá, hann skal vera trælur mín, men tit, hinir, kunnu í friði fara heimaftur til faðir tykkara."
18 Tá steig Juda fram til hansara og segði: "Hoyr meg, harri! Lat tænara tín tala eitt orð, meðan harri mín hoyrir, og lat ikki vreiði tína tendrast upp móti tænara tínum - tú ert jú sum Farao!
19 Harri mín spurdi tænarar sínar: "Eiga tit faðir ella bróður?"
20 Og vit svaraðu harra mínum: "Ja, vit eiga ein gamlan faðir, og hann eigur ein ungan son, sum varð føddur í elli hansara, bróðir henda sonin er deyður, og nú er eingin uttan hann eftir móðurina, og faðir hansara er so góður við hann."
21 So segði tú við tænarar tínar: "Komið við honum higar til mín, so eg kann fáa hann at síggja við mínum egnu eygum!"
22 Men vit svaraðu harra mínum: "Drongurin kann ikki fara frá faðir sínum, tí faðir hansara doyr, fer hann frá honum!"
23 Tá segði tú við tænarar tínar: "Kemur hin yngsti bróðir tykkara ikki higar við tykkum, so koma tit mær ikki fyri eygu aftur!"
24 Táið vit so komu heimaftur til pápa - tænara tín - søgdu vit honum tað, ið harri mín hevði sagt.
25 Táið pápi so seinni segði: "Farið avstað aftur og keypið okkum eitt sindur av korni!"
26 so svaraðu vit: "Vit kunnu ikki fara hagar, uttan yngsti bróðir okkara kemur við - tá skulu vit fara hagar - tí vit koma ikki manninum fyri eygu, uttan yngsti bróðir okkara er við!"
27 Tá segði pápi - tænari tín - við okkum: "Tit vita sjálvir, at eg átti tveir synir við konu míni.
28 Annar fór frá mær, og eg segði: "Hann er óivað sundurskræddur!" - Og eg havi ikki sæð hann síðani tá.
29 Taka tit nú eisini henda frá mær, og ein vanlukka hendir hann, so gera tit, at gráu hár míni fara við sorg niður í deyðaríkið!"
30 - Komi eg tí nú heimaftur til pápa - tænara tín - uttan at drongurin, sum øll sál hansara er so fast bundin til, er við,
31 so verður tað deyði hansara, við tað sama sum hann sær, at drongurin er ikki við, og tænarar tínir gera tá, at gráu hár faðirs okkara - tænara tíns - við sorg fara niður í deyðaríkið.
32 Tí tænari tín tók á seg at svara pápa fyri drongin og segði: "Havi eg hann ikki við aftur til tín, so skal eg vera ein skuldari fyri pápa allar dagar mínar!"
33 - Lat tí tænara tín verða eftir sum træl hjá harra mínum í staðin fyri drongin, men lat drongin fara heimaftur við brøðrum sínum!
34 Tí hvussu skal eg kunna fara heim aftur til pápa, uttan at drongurin er við! Eg orki ikki at síggja sorgina, ið tá kemur yvir pápa!"