1 | Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: "Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina! |
|
2 | Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum - í hond tykkara er tað givið. |
|
3 | Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt. |
|
4 | Tó - kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta. |
|
5 | Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans. |
|
6 | Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna. |
|
7 | Nørist tit og vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar yvir henni!" |
|
8 | Síðani segði Gud við Nóa og synir hansara: |
|
9 | "Nú geri Eg sáttmála Mín við tykkum og við eftirkomarar tykkara |
|
10 | og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini. |
|
11 | Eg geri sáttmála Mín við tykkum og lovi, at aldri aftur skal alt hold verða týnt við vatnflóð; aldri aftur skal ein vatnflóð koma, sum forkemur jørðini." |
|
12 | Framvegis segði Gud: "Hetta er tekinið uppá sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er: |
|
13 | Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin uppá sáttmálan millum Meg og jørðina. |
|
14 | Tá ið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum, |
|
15 | tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold. |
|
16 | Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála, ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini." |
|
17 | So segði nú Gud við Nóa: "Hetta er sáttartekinið, ið Eg havi gjørt millum Meg og alt hold á jørðini." |
|
18 | Synir Nóa, ið fóru út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jafet; Kam var faðir Kána’an. |
|
19 | Hesir tríggir vóru synir Nóa, og frá teimum breiddust menniskjuni út um alla jørðina. |
|
20 | Nóa dýrkaði jørðina; hann var hin fyrsti, ið plantaði víngarð. |
|
21 | Táið hann nú drakk av víninum, varð hann drukkin og lá nakin inni í tjaldi sínum. |
|
22 | Kam, faðir Kána’an, sá tá blygd faðirs síns og segði tað fyri báðum brøðrum sínum - teir vóru uttanfyri. |
|
23 | Men Sem og Jafet tóku kappan, løgdu hann á herðar sínar, gingu øvutir inn og løgdu við burturvendum andlitum aftur yvir blygd faðirs síns, so at teir sóu ikki skomm faðirs síns. |
|
24 | Táið nú rann av Nóa, og hann vaknaði, fekk hann at vita tað, ið yngsti sonur hansara hevði gjørt honum. |
|
25 | Tá segði hann: "Bannaður veri Kána’an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!" |
|
26 | Framvegis segði hann: "Lovaður veri HARRIN, Gud Sems - og Kána’an skal vera trælur teirra! |
|
27 | Gud geri tað rúmt fyri Jafet! Hann skal búgva í tjøldum Sems - og Kána’an skal vera trælur teirra!" |
|
28 | Nóa livdi 350 ár eftir vatnflóðina. |
|
29 | Tíðin, ið Nóa livdi, var soleiðis í alt 950 ár; so doyði hann. |
|
|