Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 So fór Ábram úr Egyptalandi til Suðurlandið, hann og kona hansara og alt tað, ið hann átti; og Lot var við honum.
2 Ábram átti ógvuliga nógv, bæði av fæi og av silvuri og gulli.
3 Hann fór nú úr Suðurlandinum og flutti seg so við og við, inntil hann kom til Betel, tað staðið, har sum tjald hansara á fyrsta sinni hevði staðið, millum Betel og Ai,
4 tað staðið, har sum hann hina ferðina hevði reist altar; har ákallaði Ábram navn HARRANS.
5 Lot, sum ferðaðist saman við Ábrami, hevði eisini smáfæ og neyt og tjøld.
6 Landið var ikki ment at bera teir, so teir fingu búð saman; tí ogn teirra var ov stór til, at teir fingu búð saman.
7 Stríð kom tá millum hirðarnar hjá Ábrami og Lot - og Kána’anitar og Perizitar búðu tá í landinum.
8 Tá segði Ábram við Lot: "Einki stríð má vera millum okkum báðar ella millum hirðarnar hjá mær og tær - vit eru jú brøður!
9 Liggur ikki alt landið tær opið! Skil teg heldur frá mær! Vilt tú fara til vinstru, so fari eg til høgru, og vilt tú fara til høgru, so fari eg til vinstru."
10 Lot hugdi nú rundan um seg, og hann sá, at allur Jordanslættin líka til Zoar var vatnríkur, sum urtagarður HARRANS, sum Egyptaland - tað var, áðrenn HARRIN oyddi Sodoma og Gomorra.
11 So valdi Lot sær tá allan Jordanslættan. Og Lot fór avstað og fór eystureftir, og teir skiltust;
12 Ábram varð búgvandi í Kána’anslandi, og Lot búði í býunum á slættanum og fór við tjøldum sínum líka at Sodoma.
13 - Men fólkið í Sodoma var gudleyst og syndaði stórliga móti HARRANUM.
14 Aftan á at Lot hevði skilt seg frá Ábrami, segði HARRIN við Ábram: "Hygg upp og hygg rundan um teg, haðani sum tú stendur, norðureftir, suðureftir, eystureftir og vestureftir!
15 Alt landið, ið tú sært, gevi Eg tær og avkomi tínum til ævigar tíðir.
16 Eg skal lata avkom títt verða sum dustið á jørðini, so at um nakar kann telja dustið á jørðini, so skal eisini avkom títt kunna teljast.
17 Reis teg, far gjøgnum landið, so langt og breitt ið tað er - tær gevi Eg tað!"
18 Ábram flutti nú við tjøldum sínum og kom til eikilundina hjá Mamre í Hebron; har búsettist hann og reisti HARRANUM altar.