Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 37
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána’anslandi.
2 Hetta er ættarbók Jákups. Táið Jósef var 17 ár, røktaði hann smáfæið saman við brøðrum sínum; tóat hann var ungur, var hann saman við sonum Bilhu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara, og alt tað ringa orð, ið gekk um teir, bar hann faðir teirra.
3 Ísrael var betri við Jósef enn við allar hinar synir sínar, við tað at hann hevði fingið hann á elliárum; og hann hevði latið gera honum fótsíðan kyrtil.
4 Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann.
5 So hevði Jósef eisini dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá, og sum gjørdi, at teir hataðu hann enn meiri.
6 Hann segði við teir: "Hoyrið nú tað, ið eg havi droymt!
7 Tað var mær, sum vit bundu bundi úti á akrinum, og tá reisti mítt bundi seg upp og varð standandi; men tykkara bundi stóðu rundanum og boygdu seg fyri mínum bundi."
8 Tá søgdu brøður hansara við hann: "Tú skalt kanska vera kongur okkara ella ráða yvir okkum!" - Og teir hataðu hann enn meiri fyri dreymar hansara og fyri tað, ið hann hevði sagt.
9 Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: "Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær."
10 Táið hann segði faðir sínum og brøðrum sínum frá hesum, deildi faðir hansara hann og segði við hann: "Hvat er hetta fyri dreymur, ið tú hevur havt! Skulu tá eg og móðir tín og brøður tínir koma og boyggja okkum til jarðar fyri tær!"
11 Og brøður hansara fingu øvund til hansara, men faðir hansara legði sær hetta í minni.
12 So vóru brøður hansara einaferð farnir at ansa eftir smáfæi faðirs síns í Sikem.
13 Ísrael segði tá við Jósef: "Brøður tínir sita jú hjá fænum í Sikem; kom, eg ætli at senda teg til teirra!" Hann svaraði: "Ja, her eri eg!"
14 So segði hann við hann: "Far og vita, um brøðrum tínum veit væl við, og um fænum veit væl við, og kom so aftur og sig mær tað!" - So sendi hann hann avstað úr Hebronsdali, og hann kom til Sikem.
15 Sum hann nú gekk ivasamur um á markini, møtti hann manni, ið spurdi hann: "Hvørjum leitar tú eftir?"
16 Hann svaraði: "Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fylginum!"
17 Maðurin segði: "Teir eru farnir avstað hiðani; eg hoyrdi teir siga: "Latið okkum fara til Dotan!"" So fór Jósef aftan á brøðrum sínum og hitti teir í Dotan.
18 Men teir sóu hann langt burtur, og áðrenn hann var komin til teirra, løgdu teir ráð upp um at drepa hann
19 og søgdu hvør við annan: "Hyggið, har kemur hasin droymarin!
20 Komið, latið okkum nú drepa hann og kasta hann í ein av brunnunum her! Vit kunnu so siga, at villdýr hevur etið hann. So fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hansara!"
21 Men táið Ruben hoyrdi hetta, ætlaði hann at bjarga honum undan hondum teirra og segði: "Latið okkum ikki drepa hann!"
22 Og so segði hann við teir: "Fáið ikki blóð at renna! Koyrið hann niður í henda brunnin her í oyðimørkini, men leggið ikki hond á hann!" - Tí hann ætlaði at bjarga honum undan hondum teirra og fáa faðir sínum hann aftur.
23 Táið so Jósef kom til brøður sínar, lótu teir hann úr kyrtlinum, tí fótsíða kyrtlinum, sum hann var í.
24 Og teir tóku hann og koyrdu hann niður í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum.
25 So settust teir at eta. Og táið teir hugdu upp, sóu teir eitt fylgi av Ísmaelitum, sum komu úr Gilead; kamelar teirra bóru kryddurtir, balsam og ladanum, sum teir vóru á veg til Egyptalands við.
26 Juda segði nú við brøður sínar: "Hvat batar okkum at drepa bróður og dylja drápið!
27 Latið okkum heldur selja Ísmaelitunum hann og ikki leggja hond á hann - hann er jú tó beiggi okkara, hold og blóð okkara!" - Og brøður hansara gjørdu, sum hann segði.
28 Táið nú midjanitiskir keypmenn komu framvið har, tóku teir Jósef upp úr brunninum, og so seldu teir Ísmaelitunum Jósef fyri 20 seklar av silvuri. Ísmaelitarnir fóru til Egyptalands við Jósefi.
29 Táið Ruben nú kom aftur til brunnin, fekk hann at síggja, at eingin Jósef var har. Tá skræddi hann klæði síni,
30 fór aftur til brøður sínar og segði: "Drongurin er burtur! Hvat skal eg gera av mær!"
31 - Teir tóku so kyrtil Jósefs og smurdu hann út í blóðinum av bukki, sum teir drópu;
32 so sendu teir tann síða kyrtilin heim til faðir sín við hesum boðum: "Henda hava vit funnið; hygg eftir, um tað ikki er kyrtilin hjá syni tínum!"
33 Hann kendi hann aftur og segði: "Jú, tað er kyrtilin hjá syni mínum! Eitt villdýr hevur etið hann - ja, so vist er Jósef sundurskræddur!"
34 So skræddi Jákup klæði síni og bant sekk um lendar sínar, og hann syrgdi son sín í langa tíð.
35 Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: "Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!" Faðir hansara græt um hann.
36 Men Midjanitarnir seldu hann í Egyptalandi til Potifar, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini.