Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrsta Mósebók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50
1 Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: "Hevur nú Gud sagt: "Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av"?"
2 Kvinnan svaraði orminum: "Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum;
3 bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: "Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.""
4 Tá segði ormurin við kvinnuna: "Einki skulu tit doyggja!
5 Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!"
6 Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.
7 Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg.
8 Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum.
9 Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: "Hvar ert tú?"
10 Hann svaraði: "Eg hoyrdi Teg í urtagarðinum; tá ræddist eg, av tí at eg var nakin; tí krógvaði eg meg!"
11 Tá segði Hann: "Hvør hevur latið teg vita, at tú ert nakin? Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?"
12 Ádam svaraði: "Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át."
13 Tá segði Gud HARRIN við kvinnuna: "Hvat er tað, ið tú hevur gjørt!" Kvinnan svaraði: "Ormurin dáraði meg, so at eg át."
14 Tá segði Gud HARRIN við ormin: "Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar.
15 Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin."
16 Við kvinnuna segði Hann: "Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær."
17 Við Ádam segði Hann: "Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.
18 Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.
19 Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!"
20 Ádam gav konu síni navnið Eva; tí hon varð móðir at øllum, sum liva.
21 Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.
22 Gud HARRIN segði: "Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur - og livir í allar ævir!"
23 So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.
24 Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.