Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 33
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 Hetta er signingin, ið gudsmaðurin Móses signaði Ísrael við, áðrenn hann doyði.
2 Hann segði: "HARRIN kom av Sinai og rann upp fyri teimum á Se’ir; Hann læt ljós Sítt skína av Paransfjøllum og kom frá heiløgum tíggjutúsundum; við høgru hond Hansara logaði eldur ímóti teimum.
3 Ja, Hann elskar fólk Sítt, øll hini heiløgu Hansara eru í hondum Hansara; tey seta seg við fót Tín og taka við orðum frá Tær.
4 Lóg gav Móses okkum, arvalut samkomu Jákups.
5 Og Hann varð Kongur í Jesurun, táið høvdingar fólksins komu saman, ættir Ísraels, allar samlar.
6 Livi Ruben og doyggi ikki! Men menn hansara skulu verða fáir í tali."
7 Hetta segði hann um Juda: "Hoyr bønir Juda, HARRI, og leið hann aftur til fólk hansara! Við hondum sínum berjist hann fyri tað - ver Tú honum hjálp móti fíggindum hansara!"
8 Um Levi segði hann: "Tummim og Urim tíni hoyra gudóttandi manni tínum til, honum, ið tú freistaði við Massa, og sum tú við Meribavatn kjakaðist við -
9 honum, ið segði um faðir sín og móður sína: "Eg síggi tey ikki!" og sum ikki kendist við brøður sínar og ikki vitsti av børnum sínum, av tí at hann helt orð Títt og helt fast við sáttmála Tín.
10 Hann skal læra Jákup boð Tíni og Ísrael lóg Tína; hann skal bera fram roykilsi fyri andlit Títt og heiloffur á altar Títt.
11 Signa styrki hansara, HARRI, og lat handaverk hansara líka Tær! Sora lendar óvina hansara, teirra, ið hata hann, so teir fáa ikki reist seg aftur!"
12 Um Benjamin segði hann: "Hin elskaði HARRANS er hann; tryggur býr hann hjá Honum; allan dagin heldur Hann hond Sína yvir honum, hann hvílir millum herðar Hansara!"
13 Um Jósef segði hann: "Signað av HARRANUM veri land hansara, við dýrastu gávum himmalsins, við døgg og við vatni úr djúpinum, ið niðanfyri hvílir,
14 við hinum dýrasta av tí, ið sólin framleiðir, og við hinum dýrasta av tí, ið mánaskiftini fáa at spretta,
15 við tí besta á hinum eldgomlu fjøllum og tí dýrasta á hinum ævigu heyggjum,
16 við hinum dýrasta á jørðini og tí, ið hana fyllir, og við náði Hansara, sum búði í tornarunninum - tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hansara, sum er høvdingi millum brøður sínar!
17 Prúður er frumborni tarvur hansara, og horn hansara eru sum horn villtarvsins; við teimum stangar hann niður øll fólkini, líka at endum jarðarinnar. Soleiðis eru tíggjutúsund Efra’ims, soleiðis eru túsund Manasse!"
18 Um Zebulon segði hann: "Gleð teg, Zebulon, táið tú fert út, og tú, Issakar, í tjøldum tínum!
19 Fólkasløgum bjóða teir til fjall sítt; har ofra teir rættferðaroffur; tí yvirflóð havsins og hinar loyndu skattir sandsins súgva teir í seg."
20 Um Gad segði hann: "Lovaður veri Hann, sum veitir Gad landrúmd! Hann liggur og lúrir sum honleyva, og hann skræðir sundur bæði arm og hviril.
21 Hann valdi sær fyrsta lutin; tí har er parturin goymdur, sum lóggevarin hevur ætlað honum; og so helt hann avstað á odda hjá fólkinum. Tað, ið rætt var fyri HARRANUM, tað, ið Hann hevði gjørt av, tað gjørdi hann saman við Ísrael."
22 Um Dan segði hann: "Dan er leyvuungi, sum kemur leypandi úr Basan."
23 Um Naftali segði hann: "Naftali er mettur av náði og fullur av signing HARRANS - tak tú sjógvin og Suðurlandið í ogn!"
24 Um Aser segði hann: "Signaður fram um synir veri Aser! Hann veri hin elskaði millum brøður sínar og drepi fót sín í olju!
25 Av jarni og kopari veri sláir tínar, og sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera!
26 Eingin er Gudi líkur, Jesurun! Hann heldur fram yvir himmalin, tær til hjálpar, yvir skýggini í stórleika Sínum!
27 Bústaður er hin ævigi Gud, og her niðri eru hinir ævigu armar. Fíggindan rekur Hann burt fyri tær og sigur: "Forkom teimum!"
28 Og Ísrael býr trygt fyri seg sjálvan, eyga Jákups er vent móti landi við korni og víni, ja, himmal hansara letur døggina dryppa!
29 Sælur ert tú, Ísrael! Hvør er sum tú, eitt fólk, ið hevur frelsu sína í HARRANUM, Hann, sum er hjálparskjøldur tín og heiðurríka svørð títt! Fíggindar tínir sleiska fyri tær, og tú treður fram á hæddum teirra!"