Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Hetta eru boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt mær at læra tykkum, og sum tit skulu liva eftir í landinum, sum tit fara yvir í og skulu taka í ogn -
2 so tú skalt óttast HARRAN Gud tín og akta eftir øllum lógum og boðum Hansara, sum eg gevi tær, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín, allar dagar tú livir - tá skulu dagar tínir verða mangir.
3 Hoyr tí, Ísrael, og akta væl eftir at halda tey, so tær kann gangast væl, og tit kunnu vaksa stórliga í tali - soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær - í landi, sum flýtur í mjólk og hunangi!
4 Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.
5 Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.
6 Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum;
7 tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp;
8 tú skalt binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni;
9 tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni.
10 Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva tær - stórar og góðar býir, sum tú ikki hevur bygt,
11 hús, full av øllum góðum, sum tú ikki hevur savnað, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur plantað - táið tú tá etur og verður mettur,
12 varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum!
13 HARRAN Gud tín skalt tú óttast, Hann skalt tú dýrka, og um navn Hansara skalt tú svørja.
14 Tit mugu ikki halda tykkum til aðrar gudar - til nakran av gudum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva;
15 tí álvarsamur Gud er HARRIN Gud tín, sum hjá tær býr - annars skal vreiði HARRANS Guds tíns tendrast móti tær, og Hann skal oyða teg av jørðini.
16 Tit mugu ikki freista HARRAN Gud tykkara, sum tit freistaðu Hann í Massa.
17 Tit skulu akta eftir boðum HARRANS Guds tykkara, vitnisburðum Hansara og fyriskipanum Hansara, sum Hann hevur givið tær.
18 Tú skalt gera tað, ið rætt og gott er í eygum HARRANS, so tær kann gangast væl, og tú kanst koma inn í hitt góða land, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tínum, og taka tað í ogn,
19 við tað at Hann rekur út fyri tær allar fíggindar tínar - soleiðis sum HARRIN hevur sagt.
20 Táið sonur tín í framtíðini spyr teg: "Hvussu er tað við vitnisburðunum, fyriskipanunum og boðunum, ið HARRIN Gud okkara hevur givið tykkum?"
21 skalt tú svara syni tínum: "Vit vóru trælir hjá Farao í Egyptalandi; men HARRIN leiddi okkum við sterkari hond út av Egyptalandi.
22 HARRIN gjørdi stór og oyðandi tekin og undur í Egyptalandi við Farao og alt hús hansara, beint fyri eygum okkara.
23 Men okkum leiddi Hann út haðani, til at føra okkum inn í landið, sum Hann við eiði hevði lovað fedrum okkara, og geva okkum tað.
24 HARRIN álegði okkum at halda allar hesar lógir - at óttast HARRAN Gud okkara, so okkum kundi gangast væl allar dagar, og Hann kundi halda okkum á lívi - soleiðis sum eisini higartil hevur verið.
25 Tað skal roknast okkum til rættvísi, táið vit akta væl eftir at halda øll hesi boð fyri ásjón HARRANS Guds okkara - soleiðis sum Hann hevur álagt okkum.""