Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fimta Mósebók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34
1 "Hetta eru boðini og lógirnar, ið tit, allar teir dagar tit liva á jørðini, skulu akta eftir at halda í landinum, sum HARRIN Gud fedra tykkara hevur givið tær at eiga.
2 Øll tey støð, har heidningarnir, ið tit skulu reka burt, hava dýrkað gudar sínar - á høgum fjøllum, á heyggjum og undir hvørjum grønum træi - tey skulu tit leggja heilt í oyði.
3 Tit skulu ríva niður altar teirra og bróta sundur minnissteinar teirra; asjerur teirra skulu tit brenna, høgga niður gudamyndir teirra og strika navn teirra úr staðnum, har sum tey stóðu.
4 Tit skulu ikki gera sum tey, táið tit dýrka HARRAN Gud tykkara;
5 nei, til staðið, ið HARRIN Gud tykkara útvelur millum allar ættir tykkara til at lata navn Sítt búgva har, hagar skulu tit leita, hagar skalt tú fara.
6 Hagar skulu tit koma við brenniofrum og sláturofrum tykkara, við tíggjund tykkara og tí, sum hendur tykkara bera fram sum offurgávu - lovaðu og sjálvkravdu ofrum tykkara og tí frumborna undan neytum og smáfæi tykkara.
7 Har skulu tit eta fyri ásjón HARRANS Guds tykkara og gleða tykkum saman við húsfólki tykkara um alt tað, ið tit hava vunnið við arbeiði tykkara, alt tað, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við.
8 Tá mugu tit ikki gera, soleiðis sum vit gera her í dag, ein og hvør tað, ið honum tykir beinast
9 - tit eru jú ikki enn komin inn til hvíluna og arvin, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
10 Nei - táið tit eru farin um Jordan og búgva í landinum, sum HARRIN Gud tykkara gevur tykkum í arv, og Hann hevur givið tykkum frið fyri øllum fíggindum tykkara rundanum, so tit búgva trygg,
11 tá skal tað stað, ið HARRIN Gud tykkara útvelur til at lata navn Sítt búgva har, vera tað, ið tit fara til við øllum, ið eg áleggi tykkum: Brenniofrum og sláturofrum tykkara, tíggjundum tykkara og tí, ið hendur tykkara bera fram sum offurgávu, og øllum útvaldu ofrum tykkara, sum tit lova HARRANUM.
12 So skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara, tit og synir og døtur tykkara, tænarar og arbeiðskonur tykkara og Leviturin, ið hjá tykkum býr - tí hann hevur hvørki lut ella arv saman við tykkum.
13 Varða teg fyri at ofra brennioffur tíni á einumhvørjum staði - sum tú nú kanst raka við!
14 Nei - á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur í eini av ættum tínum, har skalt tú ofra brennioffur tíni, og har skalt tú gera alt tað, ið eg áleggi tær!
15 Men annars kanst tú, so mikið sum teg lystir, drepa fæ og eta kjøt í einum og hvørjum av býum tínum - eftir sum nú HARRIN Gud tín signar teg; bæði tann, ið óreinur er, og tann, ið reinur er, kunnu eta av tí, eins og tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir.
16 Men blóðið mugu tit ikki eta; tað skalt tú lata renna út á jørðina sum vatn.
17 Tíggjundina av korni tínum, víni tínum og olju tíni mást tú ikki eta heima í býum tínum, heldur ikki tað frumborna undan neytum tínum og smáfæi tínum, heldur ikki nakað av lyftisofrum tínum, av sjálvkravdu ofrum tínum ella av tí, ið hond tín ber fram sum offurgávu.
18 Nei, fyri ásjón HARRANS Guds tíns skalt tú eta tað, á staðnum, ið HARRIN Gud tín útvelur, tú og sonur og dóttir tín, tænari tín og arbeiðskona tín og Leviturin, ið hjá tær býr; og tú skalt fyri ásjón HARRANS Guds tíns vera glaður um alt tað, ið tú hevur vunnið við arbeiði tínum.
19 - Varða teg fyri at gloyma Levitin, so leingi sum tú livir í landi tínum!
20 Um tú nú, táið HARRIN Gud tín veksur um land títt - soleiðis sum Hann hevur lovað tær - sigur sum so: "Eg vil hava kjøt at eta!" - av tí at tú brellast eftir kjøti - tá kanst tú eta kjøt, so mikið sum teg lystir.
21 Er langt hjá tær til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, so kanst tú gera, sum eg havi álagt tær, og drepa av neytum tínum og smáfæi tínum, sum HARRIN hevur givið tær, og eta tað heima í býum tínum - so mikið sum teg lystir.
22 Men tú skalt eta tað, eins og ein etur skógargeitir ella hjørtir; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað.
23 Men blóðið mást tú ikki eta - hetta mást tú aldri gloyma! Tí blóðið er sálin, og tú mást ikki eta sálina við kjøtinum.
24 Tú mást ikki eta tað; tú skalt lata tað renna út á jørðina sum vatn.
25 Halt teg frá at eta tað - so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, við tað at tú gert tað, sum rætt er í eygum HARRANS!
26 Men hinar heiløgu gávur, ið tú vilt geva, og lyftisoffur tíni, tey skalt tú taka og hava við tær til staðið, ið HARRIN útvelur.
27 Og tú skalt ofra brennioffur tíni - bæði kjøtið og blóðið - á altari HARRANS Guds tíns; blóðið av sláturofrum tínum skal hellast út á altar HARRANS Guds tíns, men kjøtið kanst tú eta.
28 Ansa væl eftir at akta øll hesi boð, ið eg gevi tær, so tær kann gangast væl, og børnum tínum eftir teg, til ævigar tíðir - við tað at tú gert tað, sum gott og rætt er í eygum HARRANS Guds tíns!
29 Táið HARRIN Gud tín hevur oytt fólkini, ið tú nú fert at reka burt, og tú hevur rikið tey burt og búsett teg í landi teirra,
30 varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: "Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? - Soleiðis skal eg gera við!"
31 - Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiðurs, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiðurs.
32 Alt tað, ið Eg áleggi tykkum, skulu tit akta væl eftir at gera; tú skalt einki leggja aftrat og einki taka burturav."